Soleiðis er tað við so mongum. Summum dámar at seta eina fløgu við Peter Belli á. Onnur orka hann ikki. Uttan at samanbera Bolton og Belli, so er tað júst hetta, ið ger seg galdandi eftir mínum tykki. Antin elskar tú sangir og sangara, ella orkar tú ikki fyri hesum. Har er eingin vegur ímillum.
Sjálvsagt kann tað boða frá góðum. Her er ein sangari, ið er sín egin. Ger tað hann hevur hug til og á sín serstaka hátt.
Gamaní. Eg kundi heldur ikki funnið uppá at sagt, at Bolton ikki dugir at syngja. Tí tað dugir hann avgjørt. Tað er bara so hjá mær, at eftir at hava hoyrt Bolton passaliga leingi, so er ofta so, at hann ljóðar sum maður í havsneyð. Eg skal, sum sagt, ikki leggja hann undir ikki at duga at syngja, tí hann dugir og hevur avbera góða rødd. Men! Hví skal hann alla tíðina syngja høgt og draga tónarnar, sum var hann í svárari pínu.
Havi áður hildið, at hóast Bolton ikki júst segði mær nakað, so var okkurt við honum. Dygd. Væl freimleiddar fløgur. Góður tónleikur. Góður sangari.
Góður sangari er hann ivaleyst enn. Krúllurnar eru burtur. Hárið er stutt nú. Eisini grátt. Hann er vaksin!
Og á nýggju fløguni syngur hann klassikarar, ið flest øll kenna. Óivað rabarbugreytur fyri tey, ið dáma Bolton. Og tað er gott. Góður sangari, væl framleitt. Ljóðar væl.
Men skuldi eg lagt kósina, so heði eg roynt at givið løgunum okkurt nýtt. At hann skal syngja tey einaferð enn, sum onnur hava gjørt tað undan honum, tykist mær keðiligt.
Men fløgan er góð, sum tann hon er. Ein vælljómandi Bolton fløga. Tað er góðska í sjálvum sær. Hesaferð kenna vit enntá løgini frammanundan, og kunnu syngja við. Víst er talan um góðsku og tónleik á høgum støði. Ikki nýskapandi, men gott, trygt og kent.