Michael Bolton útkoyrdur í Dansifrøi

Kendi sangarin Michael Bolton dumpaði í amerikonsku útgávuni av Dansifrøi (Vild med Dans), Bolton dansaði ikki nóg væl og varð koyrdur út. Hetta hendi tá hann dansaði til Elvis slagaran Hound Dog.

Hesum er hann keddur av. Bolton er keddur av at fara úr sendingini og at skiljast frá dansifelaga sínum, Chelsie Hightower.

Sostatt fylgir Bolton í sporunum hjá Baywatch-stjørnuni David Hasselhoff, sum í síðstu viku noyddist at fara tungu gongdina úr sendingini.