Í felags tíðindaskrivi í gjárkvøldið boðaði danska fótbóltsfelagið Brøndby og núverandi venjararnir hjá teimum, Michael Laudrup og John Faxe Jensen, at tað ikki hevur eydnast at koma ásamt um nýggjan sáttmála, og at samstarvið tí heldur uppat 30. juni, tá sáttmálin er úti.
Bæði felag og venjarar siga seg vera kedd um, at tey ikki kundu koma ásamt um eina semja. Nevndarformaðurin Ejvind Søvndal sigur við Berlingske Tidende, at nevndin er væl nøgd við arbeiðið hjá Laudrup og Jensen, og tí hevði nevndin í felagnum fegin vilja longt sáttmálan.
Seinastu vikurnar hevur Laudrup verið settur í samband við starvið sum nýggjur venjari í Real Madrid.