Tá ein átjan ára gamal maður fær koyrikort og verður "sleptur" út í trafikkin, merkir tað so, at hann er bevístur um ta ábyrgd, sum liggur á honum, tá hann ferðast í ferðsluni, so sum at koyra eftir UMSTØÐUNUM? Ella merkir eitt koyrikort bert, at nú veit hesin ungi maðurin, hvussu ein bilur skal koyrast, og hvat skeltini merka?
Vit valdu at halda alla summarferiuna í ár heima í Føroyum (heima eitur tað framvegis eftir óvikavist 16 og 12 ár í útlondum). Tað eru nøkur ár síðani, vit seinast vóru so leingi heima, og tí høvdu vit ein langan "ynskilista" yvir ting, sum vit skuldu náa. Ein biltúrur til Viðareiðis var eisini á "listanum". Maður mín koyrdi bilin og átta ára gamla dóttir okkara sat framman saman við pápa sínum. Tvey ára gamli sonur okkara sat og svav aftan fyri førarasetrið við høvdinum ímóti hurðini, og eg sat saman við honum. Barnasetur og trygdarfetlar vóru sjálvandi í brúk. Komin miðskeiðis millum Hvannasund og Viðareiði, smalkar vegurin til eitt spor, og har var eitt skelti, sum vísti, at okkara spor steðgaði, men einki, sum segði, at tveir bilar ikki kundu møtast á vegnum. Vit koyrdu so út á hitt sporið. Beint, sum vit koyra, kemur ein knall-reyður bilur við ýlandi ferð upp um bakkan. Vit sóu skjótt, at vit ikki náddu yvir til víkiplássið fyri framman og heldur ikki at bakka; tað var bara eitt at gera, at steðga og bíða eftir stoytinum. Uttan at seta ferðina niður, rakti tann reyði fartdevulin okkum við 100-120 kilometrum um tíman. Í einum sovorðnum føri fær man tann sanna týdningin av "handlingslammilisi" at kenna. Men vit vóru meira enn heppin. Tað vóru bert speglini á báðum bilunum, sum møttust og knústust, hóast hesin ungi maðurin koyrdi í sínum reyða devuli á alfara vegi, sum Schumacher koyrir í sínum Ferrari á einum lukkaðum bana. Tá vit bakkaðu aftur til tann unga mannin, sum var cirka 18 ár og 2 dagar gamal, segði hann við mann mín: "Ert tú svakur maður?!" Hann hevði týðiliga ikki skilt, at tá man hevur koyrikort, so er tað allar vigtigasta at koyra eftir UMSTØÐUNUM!
So kann man sjálvandi konkludera, at løgmaður og vit onnur, sum vitja hansara vøkru bygd, skulu hava ein tvísporaðan veg at koyra eftir. Men tað hjálpir ikki uppá koyriførleikan hjá teimum ungu monnunum, máttu vit sanna næsta dagin í Klaksvík. Tá vóru vit stødd millum Grøv og Norðoyri fyri at taka seyð til klippingar. Nógv børn vóru við, og tey vóru báðumegin vegin. Nú kemur ein bilur úr Klaksvík út til kirkjugarðin og setur fótin á speedarin. Vit hoyrdu hetta einar hundrað metrar longri niðri, og vit vaksnu runnu til og tóku í børnini. Til børnini, sum komu rennandi oman eftir bønum hinumegin vegin, bleiv rópt. Ja, og so var aftur bara at bíða og vóna tað besta!!! "Hygg hattar hendir, tá vegirnir eru ov góðir:" segði ein av monnunum. Men at nakar við sínum fulla viti kann accellerera við fullari ferð ímóti einari fólkamongd, har nógv børn standa báðumegin vegin, er yvir mín forstand. Hvar er ÁBYRGDARKENSLAN?!
Ein linja í einum sangi sigur: "Fools never learn.." nei, tað sær ikki soleiðis út. Tað hevði týðiliga onga ávirkan á hesar ungu menn, at ein tjúgu ára gamal maður hevði koyrt seg íhel fáar vikur áðrenn.
Hvat skal til fyri, at ungir menn við einum koyrikorti og smartum akfari ikki eru sum leysslopnar og villfarnar misilar, sum ein og hvør, sum ferðast í ferðsluni kann risikera at verða raktur av. Er tað meiningin at fyri at ferðast í ferðsluni, so skal man bara kalkulera við tí vandanum, at man kann verða raktur av einum av hesum misilunum akkurát sum ein jødi, sum hættar sær út á eina café í Tel Aviv kann vænta at verða offur fyri einari terroratsókn? Ja, nú kann onkur halda, at hatta ikki kann samanlíknast, men um úrslitið er tað sama, hvør er tá munurin?
Í fleiri londum í vesturheiminum hevur man ásannað, at ungir dreingir og bilar kunnu verða ein deyðilig blanding. Serliga tryggingarfeløgini loyva sær at taka meira pengar fyri at tryggja ungar menn enn aðrar bilistar. Men tað er heldur ikki so einfalt at fáa koyrikort, sum tað annars er í tí danska ríkinum. Her í Svøríki kann man sum sekstan ára gamal byrja at øva seg uppá at koyra. Man fær loyvi frá myndugleikunum til at byrja, og ein persónur (mamma ella pápi) verður góðkendur, sum tann sum skal læra tann unga. So hevur tann ungi tvey ár, har hann kann øva seg í. Hesi tvey árini kann hann eisini ganga til teori og koyring hjá koyrilærara. Tá persónurin er fyltur átjan ár, og teoriroyndin og koyriroynd á ísbana er lokin, kann hann taka koyriroyndina. Um hann klárar kloyriroyndina, fær hann koyrikort uppá prøva í tvey ár. Og hesi tvey árini verður sæð serliga strangt uppá, hvussu hesin persónurin klárar seg í ferðsluni. Schumacher á Viðareiðisvegnum hevði mist koyrikortið eftir hesi skipan. Í Danmark tosar stjórnin nú eisini um at fáa eina líknandi skipan, eftir at gransking av hagtølunum av ferðsluvanlukkum vísa, at ungir menn standa fyri mesta partinum av vanlukkunum.
Við hesi skipan fáa tey ungu tvey ár til at seta seg inn í hvussu fjølbroytt og kompleks tann samlaða ferðslumyndin er. Hesi tvey árini koyra tey alla tíðina við einum vaksnum undir liðini á sær, sum leypandi kann ráðgeva teimum um, hvussu tey skulu handla í ymiskum førum. Eg vildi mett, at hetta í hvussu er gevur ungum fólki ein møguleika at skilja, at hvør bilførari má koyra eftir umstøðunum, og hevur hann tí sjálvir ábyrgdina av, hvussu væleydnaður biltúrurin verður.
Vit høvdu lánt bilin, sum vit koyrdu til Viðareiðis í, og eigarin segði eina ferð, at tann ungi maðurin átti at goldið fyri speglið. SPEGLIÐ?! Tað var tað minsta, tá eg hugsi um, hvat kundi hent við mínari familju hendan seinsummardagin á Viðareiðisvegnum.