Michael Winther: Nú mugu vit vinna nakrar dystir (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther seta orð á enn eitt 1-4 tap á Tórsvølli

##med2##

TB stríddist aftur manniliga á Tórsvølli í dag. Á ólavsøku endaði tað við einum 1-4 tapi móti HB, og tað úrslitið var endurtikið móti B36 í dag.

Í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá TB, og var støðan 1-1 tá fyrra hálvleikur var liðin. Í seinna hálvleiki dróg B36 tó frá TB.

B36-TB 4-1 (1-1) 

1-0 Benjamin Heinesen (14.)

1-1 Poul Ingason (25.)

2-1 Meinhard E: Olsen (58.)

3-1 Stefan Radosavljevic (65.)

4-1 Stefan Radosavljevic (89.)

Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther heldur, at TB hevði veruliga møguleikan at leggja seg á odda í fyrra hálvleiki, og tað iðrar hann seg um.

TB fær nú tríggjar heimadystir á rað móti ávikavist EB/Streymi, Skála og Víkingi, og Michael L. Winther slær fast, at nú má TB fáa sigrarnar fyri at kunna draga frá í botnstríðnum-

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Michael L. Winther. 

HER  ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic hjá B36. 

##ms##

(Samrøða: Michael L. Winther)