Michelin-stjørnur skína yvir Grønland

Koks, sum nýliga hevur latið dyrnar upp í Grønlandi, hevur varðveitt sínar tvær Michelin-stjørnur og er nú fyrsta Michelin-matstova í Grønlandi.

 

- Sjálvt um vit eru somu fólk, og konseptið er hitt sama, er talan kortini um tvær púra ymiskar matstovur.

Matstovan Koks varðveitir sína støðu sum Michelin-matstova, nú í grønlendsku bygdini, Ilimanaq.

 

Tað gjørdist greitt í gjárkvøldið, tá Michelin-guidin býtti út eftirspurdu stjørnurnar á einum tiltaki í norska býnum, Stavanger.

 

Starvsfólk og køksleiðarin á Koks, Poul Andreas Ziska, vóru ikki til steðar í Stavanger, tí flogferðslan sambært køksleiðaranum í løtuni er heldur óreglulig.

 

Tey tordu ikki at taka váðan, men tað merkir kortini ikki, at heiðurin ikki varð hátíðarhildin á Koks í Grønlandi. 

 

- Vit lótu upp eina sjampanju til starvsfólkið og skálaðu - og síðan fóru vit aftur til arbeiðis, sigur vælnøgdi køksleiðarin í samrøðu við Sermitsiaq.

 

Matstovan, sum varðveitir sínar tvær Michelin-stjørnur, er flutt úr Føroyum til grønlendsku bygdina, Ilimanaq, sum liggur sunnan fyri býin, Ilulissat. 

 

Tað merkir, at heildarmyndin og smakkiupplivingin á matstovuni ikki longur er føroysk, men grønlendsk, sigur køksleiðarin, Poul Andreas Ziska.

 

Í samrøðu við Sermitsiaq sigur hann, at hann ánar ikki, um hetta hevur havt nakran týdning fyri dømingina hjá Michelin-guidini.

 

Hann sigur seg heldur ikki vita, um Michelin-guidin yvirhøvur hevur vitjað á Koks í Ilimanaq, men hann heldur kortini, at tey mugu hava vitjað matstovuna.

 

- Tað kann eisini vera, nú Føroyar og Grønland hoyra undir sama kongaríki, at tey bara hava hugsað, at vit eru flutt úr einum lítlum staði til annað, og at hetta kanska ikki hevur havt nakran serligan týdning.

 

Poul Andreas Ziska vísir á, at í Michelin-guidini stendur, at Koks nú arbeiðir í Grønlandi, men tað argar køksleiðaran, at meira ikki verður gjørt burtur úr hesum.

 

- Sjálvt um vit eru somu fólk, og konseptið er hitt sama, so er talan kortini um tvær púra ymiskar matstovur. Her arbeiða vit við grønlendskum rávørum og ikki føroyskum, sigur hann við Sermitsiaq.

 

Hann vísir á, at hetta hevur stóran týdning fyri upplivingina á matstovuni, og hann heldur, at Michelin-guidin saktans kundu gjørt nakað meira burtur úr hesum.

 

Men, tá hetta er sagt, er køksleiðarin á Koks, Poul Andreas Ziska, ógvuliga fegin um, at Koks varðveitti báðar Michelin-stjørnurnar.

 

##med2##

 

 

 

- Sjálvt um vit eru somu fólk, og konseptið er hitt sama, er talan kortini um tvær púra ymiskar matstovur.

Starvsfólkini skálaðu við sjampanju, tá tað frættist, at Koks varðveitir sínar tvær Michelin-stjørnur.