11 ár eftir at pápin, Michael Schumacher, seinast koyrdi kapp í einum Ferrari-bili í formil 1, slapp 20 ára gamla sonur hansara, Mick Schumacher, fyrradagin at royna seg í formil 1-bilinum hjá Ferrari, har hann hevur starv sum royndarkoyrari.
Mick Schumacher royndarkoyrdi 56 umfør á formil 1-breytini í Bahrain, og, umframt at hjálpa Ferrari við ymiskum royndum, so prógvaði hann, at hann eisini dugir at koyra skjótt. Hann koyrdi næstskjótasta umfar á breytini, 0,597 sekund seinri enn Max Verstappen frá Red Bull.
- Hetta var fantastiskt. Kenslan, ið eg fekk, tá ið eg fyrstuferð traðkaði á speedaran, var, at hesin bilurin veruliga hevur nógva orku í sær, sigur Mick Schumacher við Autosport og leggur afturat, at hann kendi seg heima í bilinum.
Mamman, Corinna, og omman, Gabriele, vóru til staðar í Bahrain, tá ið Mick, ið eisini koyrir formil 2, fyrradagin á fyrsta sinni slapp at royndarkoyra í formil 1. Hann hevur áður eisini koyrt formil 3.
Pápin, Michael Schumacher, ið er vorðin heilaskaddur eftir eina skíðvanlukku í desember 2013, vann fimm av sínum sjey formil 1-heimsmeistaraheitum fyri júst Ferrari, sum í løtuni hevur Sebastian Vettel og Charles Leclerc sum sínar kappkoyrarar