Miðaloddsini upp á sigur til FC Hoyvík á Víkingi eru 19,70

Her eru oddsini upp á dystin millum FC Hoyvík og Víking

Klokkan 17.30 tekur botnliðið í 1. deild móti oddaliðnum í Betrideildini, Víkingi á Hoyvíksvøllinum í áttandapartsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Víkingur er risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin.

 

Miðaloddsini upp á sigur til FC Hoyvík aftaná vanliga leiktíð eru heili 19,70.

 

Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð eru 11,20.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Víking aftaná vanliga leiktíð eru so lág sum 1,06. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##