Hetta er ein óvirðilig støða, sum vit løgtingsfólk verða sett í ferð eftir ferð.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin
- Tað hoyrir ongastaðni heima, leggur hann afturat, nú løgtingið viðger uppskot um misálit á Johan Dahl.
Jenis av Rana heitir á løgmann og Johan Dahl, at loysa málið fyri løgtingið, áðrenn tað kemur so langt, sum til at løgtingið skal atkvøða um misálitið.
Jenis av Rana heldur, at um ikki løgmaður loysti Johan Dahl úr starvi, kundi hann tikið Strandferðsluna frá honum, ella givið honum onnur málsøki at umsita.
- Tað hevur hann ikki gjørt, staðfestir formaðurin í Miðflokkinum.
Síggj fleiri myndir av viðgerðini um misálit í løgtinginum í dag við at trýsta HER
Men tann avgerðandi spurningurin er, hvat Johan Dahl í veruleikanum visti um støðuna, staðfestir formaðurin Miðflokkinum.
Hann sigur, at Miðflokkurin er ótrúliga nógv í ivað í hesum máli, tí her eru so nógv páhald og tað hjálpti ikki so nógv at landsstýrismálanevndin fór í tvey.
Tveir stjórar eru ”hart og brutalt” koyrdir á ivasomum grundarlagi, men er tað grundarlag at koyra tann triðja, landstýrismannin, eisini, spyr Jenis av Rana.
Hann sigur, at Johan Dahl hevur víst á, at lønir, og fleiri aðrar rokningar vóru ikki bókaðar í fimm mánaðir nógvar rokningar vóru ikki bókaðar.
Páhaldið hjá øðrum er, at tað var einki fíggjarligt óskil
Tann brennandi spurningurin er so, hvat Johan Dahl visti, ella ikki visti og tað er spurningurin, Miðflokkurin setir sær.
Og niðurstøðan av tí verður so avgerandi fyri, um flokkurin atkvøður fyri misálitinum ella ikki.
Í gjár segði Jenis av Rana annars í Kringvarpinum, at honum dámdi best, at Johan Dahl fór frá og í dag segði hann í tinginum, at hann skilir ikki, at nakar krøkir seg so fast í ein landsstýrissess, sum Johan Dahl ger.