Trygdarráðið í Ísrael samtykti í kvøld eina vápnahvíldaravtalu við hernaðarligu Hizbollah-rørsluna í Libanon.
Tað skrivar tíðindastovan Reuter, sum vísir til upplýsingar frá ísraelsku sjónvarpsstøðini Channel 12.
Avtalan kemur væntandi í gildi í morgin.
Ísraelska trygdarstjórnin var á fundi seinnapartin í dag at viðgera eitt uppskot um vápnahvíldaravtaluna.
Eftir fundin fer forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, at tala.
Hann váttar, at trygdarráðið hevur samtykt vápnahvíldaravtaluna, sum í fyrstu atløgu er galdandi fyri 60 dagar.
Netanyahu sigur millum annað, at tað er málið hjá ísraelsku stjórnini at tryggja, at íbúgvarnir í Norðurísrael kunnu venda heim aftur.
Túsundtals ísraelar eru flýddir heimanífrá orsakað av rakettálopinum hjá Hizbollah móti í høvuðsheitum Norðurísrael.
Við vápnahvíldini kann Ísrael fokusera uppá "iransku hóttanina" og geva ísraelsku hermonnunum ein steðg, sigur Netanyahu.
/Ritzau/