Miðlar: Evropa arbeiðir við eini plan B fyri NATO

Sum embætisfólk arbeiða tey eftir øllum at døma við einum "evropeiskum NATO" sum backup, um Trump vil fara úr samgonguni.

Støðugu atfinningarnar hjá Donald Trump mótvegis NATO hava fingið Evropa at umhugsa alternativ til eina trygdarsamgongu, sum er dominerað av USA, skrivar Wall Street Journal. (Savnsmynd). - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix

Evropisk lond arbeiða við eini plan B fyri NATO, skuldi USA farið úr hernaðarsamgonguni ella tikið ein meira afturhildnan leiklut.

Amerikanski miðilin Wall Street Journal skrivar hetta og vísir á upplýsingar frá ónevndum embætisfólkum.

Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, sigur við svensku tíðindastovuna TT, at tað snýr seg um at átaka sær økta evropiska ábyrgd í NATO.

– Tað er eitt stig í arbeiðinum at tryggja eitt javnað byrðubýti innan NATO, skrivar hon í viðmerking til TT.

The Wall Street Journal skrivar, at Týskland stuðlar ætlanunum, og at tað átti at framskundað tilgongdina.

Endamálið er millum annað at fáa fleiri evropearar inn í kommandostrukturarnar hjá samgonguni, sum í stóran mun eru merktir av USA. Harumframt skulu amerikanskar hernaðarligar ognir fyllast út við evropiskum.

Blaðið skrivar, at arbeitt verður óformliga við ætlanunum við orðaskifti og døgurðafundum. Sambært embætisfólkum er ætlanin ikki ætlað at vera ein kappingarneyti hjá verandi samgongu. Sum embætisfólk kalla tey tað eftir øllum at døma eitt "evropeiskt NATO".

Ætlanirnar vórðu fyrstu ferð luftaðar í fjør og hava fingið ferð á í sambandi við hóttanirnar hjá Donald Trump, forseta, móti Grønlandi og harða kritikkin av Evropa undir krígnum í Iran.

Her hevur hann fleiri ferðir lagt eftir NATO-sameindum fyri manglandi stuðul.

Í nátt okkara tíð var hann aftur sera atfinningarsamur mótvegis verjusamgonguni.

– NATO var ikki har fyri okkum og verður heldur ikki har fyri okkum í framtíðini!, skrivaði Trump á Truth Social.

Trump hevur verið ivasamur mótvegis NATO í nógv ár.

Fyrsta embætisskeiðið kritiseraði hann fleiri ferðir NATO-sameind hjá USA fyri at gagnnýta amerikansku trygdartrygdina og ikki sjálvir brúktu nóg nógvar pengar til verjuna.

Síðani tá eru útreiðslurnar til verju vaksnar nógv í nógvum NATO-londum.

Hugskotið um eitt meira evropeiskt NATO hevur eisini verið umrøtt alment.

Fyri stuttum segði finski forsetin, Alexander Stubb, í telefonsamrøðu við Trump, at eitt meira "evropiskt" NATO tekur skap.

Tað sigur finska forsetaskrivstovan í eini fráboðan til tíðindastovuna Reuters.

Undir samrøðuni segði Stubb við Trump, at hann sær, at Evropa tekur ábyrgd. Stubb hevur fleiri ferðir verið lýstur sum ein, sum hevur eitt gott samband við Trump.

Hugskotið um eitt meira evropiskt NATO verður á skránni á árliga toppfundinum hjá NATO í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, sum verður 7. og 8. juli, upplýsir skrivstovan hjá Stubb sambært Reuters.

 

/Ritzau/

 

 

 

Støðugu atfinningarnar hjá Donald Trump mótvegis NATO hava fingið Evropa at umhugsa alternativ til eina trygdarsamgongu, sum er dominerað av USA, skrivar Wall Street Journal. (Savnsmynd). - Mynd: Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix