Nobelvirðislønarvinnarin María Corina Machado verður í Oslo um midnáttarleitið.
Tað upplýsti dóttir hennara, Ana Corina Sosa, fyri venesuelansku tíðindakvinnuni Carlu Angola, veit norska TV 2 at siga frá.
Nobelvirðislønarvinnarin fer at heilsa av svalanum á Grand Hotel í norska høvuðsstaðnum, Oslo, verður sagt.
- Hetta vil eg siga við allar venezuelarar. At vit vilja savnast aftur í kvøld. Hon fer at heilsa uppá allar venezuelarar av hesi svalanum. Vinarliga komið og takið ímóti okkum saman, sigur dóttirin við journalistin, sambært TV 2
Tað var eisini dóttir Machado, sum seinnapartin tók ímóti friðarheiðurslønini Nobels hennara vegna.
Upprunaliga var fráboðanin, at Machado sjálv skuldi vera til staðar at fáa friðarheiðurslønina, men tað eydnaðist ikki.
Sambært Nobel-stovninum gjørdi hon "alt, sum var í hennara valdi" fyri at vera við til hátíðarhaldið í dag.
Tað sigur stovnurin í tíðindaskrivi.
Ferð hennara til Oslo er ein "ferð í eini støðu við ógvusligum vanda", stendur í fráboðanini.
/Ritzau/












