Eitt skip frá russiska skuggaflotanum siglir í ring um eitt øki í Eystursjónum við eina gassleiðing úr Noregi til Póllands.
Tað sigur ein ónevnd kelda frá uttanríkisráðnum í Póllandi við pólsku sjónvarpsstøðina TVP World.
Í løtuni er nógv uppmerksemi um skip, sum sigla í Eystrasalti og vísa illgrunasaman atburð.
So seint sum í desember varð skaði gjørdur á streymsjókaðalar og dátasjókaðalar.
Verjusamgongan NATO hevur tí gjørt av at økja um nærveruna í Eystrasalti við tveimum skipum orsakað av fleiri kaðalbrotum um jólini.
/Ritzau/