Miðlar: Trump sendir sendinevnd til Ukraina

Ein amerikonsk sendinevnd vitjar í næstum Ukraina. Tað siga bæði CNN og AFP frá.

USA sendir eina serliga sendinevnd til Ukraina í næstu viku.

Meira nágreiniliga snýr tað seg um Keith Kellogg, sum er serligi sendiharrin hjá USA fyri Russland og Ukraina.

Tað siga bæði AFP og CNN frá.

Men sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky, koma "álvarsligir limir í toyminum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump" longu í vikuni.

Tað segði hann við ukrainsku tíðindastovuna UNIAN í dag, skrivar Reuters.

Zelenskyj sigur ikki, hvør, meira nágreiniliga, tað er.

Tað er eisini ógreitt, um talan er um somu amerikansku vitjan ella tvær ymiskar.

Fríggjadagin skal ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eftir ætlan eisini hitta amerikanska varaforsetan, J. D. Vance, á trygdarráðstevnu í München, har teir báðir eru við.

Zelenskyj sigur við ukrainsku tíðindamiðlarnar, sambært Reuters, at amerikanska vitjanin í Ukraina verður áðrenn trygdarráðstevnuna í München.

 

/Ritzau/