Í fimm dystum hevur Malta enn ikki vunnið ein týðandi dyst ímóti Føroyum. Tá stig hava verið uppá spæl hava vit vunnið hvørja ferð. Tvær ferðir við 2-1 sigrum í 1997 tá HM-undankappingardystir vóru leiktir millum londini, og so í Nations League dystinum á Tórsvølli ígjár.
Tá talan er um venjingardystir hava vit býtt rovini javnt við hvør sínum 3-2 sigri.
Tó er ein spælari hjá Malta, ið trívist sera væl við at spæla ímóti Føroyum, og hann hevur skorað í hvørjum dysti hann hevur spælt ímóti Føroyum.
Ígjár var hann eisini besti maðurin hjá Malta, gamli málrevurin og 37 ára gamli liðskiparin, Michael Mifsud, og hann skoraði eisini einsamalla málið hjá Malta.
Tá Malta og Føroyar spældu venjingardyst á Malta 19. november í 2013 økti Michael Mifsud til 2-0, tá Malta vann tann higartil einasta sigurin á Føroyum. Dysturin endaði 3-2 til Malta.
Tá Føroyar spældu seinasta venjingardystin á heimavølli á Svangaskarði á Toftum, 18. august í 2004 var tað ímóti júst Malta. Føroyar vunnu 3-2, og tá javnaði Michael Mifsud til 2-2.
20. november spæla Føroyar aftur ímóti Malta í Nations League kappingini, tá Malta hevur heimavøll á Ta´Qali leikvøllinum í Valetta. Kanska er vert at hava eitt eyka gott eygað við Michael Mifsud, so vit kunnu fáa ein dyst har hann ikki skorar ímóti Føroyum?