Líka síðani eg sá Mikael Wiehe framføra ?Basin Street Blues?, havi eg hugsað mær at hitt mannin. Hann er líka hugtakandi sum hann er lítillátin. Og eftir at hava sett meg í samband við umboðsfelagið hjá honum, fingu vit í lag eina tíð, har vit kundu hittast. Og ein kaldan mikudag setti eg so kós móti Malmö úr Göteborg. Tað er eitt fitt petti at koyra, okkurt um 300 kilometrar, so eg hevði góða tíð at hugsa í bilinum á veg suðureftir vesturstrond Svøríkis. Eg havi sjálvandi hoyrt nógv um Mikael Wiehe, bæði áðrenn og aftaná eg flutti til Svøríki, og geri mær tí nakrar tankar um, hvat man sigur, tá man tekur í hondina á eini ?stjørnu?. Sigur man: ?Góðan dag, harra Wiehe? ella ?Tjena, Micke. Läget?? Ná, eg hugsi sum so, at tað man fara at koma av sær sjálvum, tá eg hitti hann.
Tá eg nærkist Malmö, gongur tað upp fyri mær, at tey ið gera vegakort, als ikki hava sama hugsunarhátt sum eg. Tað sum sær so ótrúliga einfalt út á kortinum, sær ikki líka einfalt út, tá eg skal velja millum ymsar banar og vegamót á veg inn í Malmö. Ikki frítt, at eg banni innantanna, tá eg fyri triðju ferð koyri gjøgnum ta rundkoyringina, sum skuldi leitt meg út á Stadiongatan. Men líka mikið hvar eg hyggi, so síggi eg ikki nakað skelti, har tað stendur Stadiongatan á. Eg hevði, áðrenn eg fór úr Göteborg, lagt mær ein tíma upp fyri til at leita, men klokkan gongur skjótt, meðan eg koyri tvørtur um og ígjøgnum býin, og leiti eftir onkrum, sum eisini stendur á kortinum. Men so finni eg onkusvegna fram til ítróttarøkið, og tá er lættari at vita, hvar eg skal koyra. Og langt um leingi, snari eg so inn á Rådmansgatan. So er bara at finna nummar 23C, og seta bilin frá mær. Tá eg so gangi móti íbúðarhúsunum, har vit skulu hittast, síggi eg, at Mikael Wiehe stendur í inngongdini og veittrar. Hann letur hurðina upp fyri mær, og bjóðar mær vælkomin. Eg føli meg ikki noyddan at siga, hvørki harra Wiehe ella Micke, samrøðan byrjar mest av sær sjálvari.
- Eg hugsaði, at tað mundi vera tú, ið koyrdi framvið, sigur Wiehe.
- Tú sást mær rættiliga leitandi út. Men eg vóni, at ferðin hevur gingið væl?
- Jú takk, sigi eg, tað gekk bara væl at finna. Hugsi við mær sjálvum, at tað er ongin gongd leið at siga Mikael Wiehe, hvat eg veruliga haldi um vegamerkingina í heimbýi hansara. So vit fara upp gjøgnum trappurnar, og koma inn í eina íbúð, sum hann hevur sum arbeiðspláss. Tað er nevniliga so, at í sama bygningi hevur Miakel Wiehe tvær íbúðir. Eina sum bústað, og eina sum eitt arbeiðspláss. Og har er hann hvønn gerandisdag, um hann ikki er á konsertferð.
- Tað er sera umráðandi, at tú tekur tónleikin í álvara. Tekur tú stigið frá at vera frítíðartónleikari, til at tað verður títt arbeiði, skalt tú eisini vera til arbeiðis hvønn dag. So eg siti her frá klokkan átta um morgunin, til fýra ? fimm seinnapartin. Tað krevur disciplin í byrjanini, men man venur seg, sigur Wiehe og vit sessast í sofuni í arbeiðsrúminum. Har er nógv útgerð, og tað sæst, at her verður nógv arbeitt. Umframt eitt flygel, hevur hann 6 ymisk ljómborð, og einir 7 gittarar hanga á vegginum. Plátuspælari, fløguspælari, bandspælari standa á eini hill, og við síðuna av einum 12-kanals miksipulti stendur ein gamal Tandberg spolbandupptakari.
- Tá eg siti her og arbeiði, verður hvør nóti festur á band. Eg goymi alt sum eg geri, og tað hevur mær mangan verið hent, tá eg skrivi tónleik til ávísar verkætlanir. Eg kann nevna sum dømi, at tá eg arbeiddi saman við Malmö Musikteater í 1999, við at seta upp leik yvir bókina hjá Mary Andersson, ?Dåliga Mänskor?, skrivaði eg umleið 80 løg til leikin. Hetta var alt, alt ov nógv, men við at taka støði úr bókini, og taka fram gamlar upptøkur, so gekk tað bara so einastandandi væl at arbeiða, at eg mestsum fekk ikki afturhald. Tá so leikurin bleiv settur upp endaliga, nýttu vit átjan løg, harav tvey sum eg skrivaði fyri nógvum árum síðani. Lagið ?Up in Michigan?, sum var annað av teimum gomlu løgunum, var faktiskt tað fyrsta lagið eg nakrantíð skrivaði?.
Rætt og skeivt
Eg havi fyrireikað meg við at lesa greinar um Wiehe, og havi skrivað mær spurningar niður áðrenn vit hittust, men eg leggi hetta til viks, tí eg kenni at eg fái meira burturúr við at lata Wiehe siga frá um lív sítt. Eitt sum hugtekur meg, er hansara inniliga arbeiði fyri demokrati og rættvísi, og eg spyrji hann hvussu hetta byrjaði?.
- Faðir mín, sum var dani, var við í mótstøðurørsluni undir krígnum, og var ikki bangin fyri at siga. hvat hann hugsaði, og hann stóð veruliga fyri tí hann segði. Eisini fór hann til Finnlands at berjast móti russum. Og abbi mín var við í missiónsrørsluni, umframt at hann seinni bleiv stjóri í Skånska Cement, tað sum seinni bleiv Skanska. Og frá hesum báðum haldi eg at eg bleiv, uttan at geva mær so nógv far um tað, varugur við, hvat er rætt og skeivt. Tað er sum um, at liggja tveir og berjast, so heldur man við tí veikara. Um man heldur við tí sterka, so verður tað skeivt onkursvegna. Men tað var ikki fyrr enn í ?68, at hetta rættiliga kom fram. Og tað var gjøgnum tónleikin, at eg veruliga byrjaði at geva hesum ans.
- Tá eg var smádrongur, búðu vit beint uttan fyri Keypmannahavn, men foreldur míni fóru frá hvørjum øðrum, og eg og beiggi mín fóru við mammu til Malmö. Men ein leygardag um mánaðin sluppu vit til pápa at vitja og hann sat hvønn morgun, og lurtaði eftir Louis Armstrong, Dave Brubeck, Bach, Telemann, Bill Haley og Big Bill Broonzy. So at siga øllum tónleiki lurtaði hann eftir, og har haldi eg, at eg fekk hug fyri tónleiki. Og tá eg so var tíggju ár, fekk eg ein gittar og byrjaði at spæla. Men tá eg var sekstan ár fann eg eina altsaxofon uppi á loftinum hjá mammubeiggja mínum, og júst um hesa tíðina gjørdist jazzurin rættiliga vældámdur, og eg legði gittaran frá mær, og spældi saxofon ístaðin fyri. Og vit vóru nakrir sum gjørdu ein bólk, Bluncks Lucky Seven, har beiggi mín eisini var við. Hann spældi banjo, og vit spældu nógv í Malmö, umframt at vit spældu á Konserthuset í Stockholm og Odd Fellow Paladset í Keypmannahavn. Ein felagskapur vit spældu nógv fyri í Malmö, var KS. Tað var eitt stað, sum nevndist KS College, men tað, eg ikki visti, var, at KS stóð fyri Konservativ Skolungdom, ein undirdeild til MUF (Moderata Ungdomsförbundet)...
- Tað sum eg eri mest glaður fyri við at hava spælt jazz, er, at eg lærdi tónleik sum ein hondverk. Tónleikurin var meira enn bara undirhald. Eg haldi, at eg kann siga, at eg fekk eitt forstáilsi fyri tónleiki, sum eg havi havt sera nógva gleði av seinni. Men í 1967 hevði Beatles broytt heimin, og tað var ikki nógv at gera hjá einum jazzbólki. So eg fór aftur at spæla gittar, og saman við beiggja mínum og einum øðrum vinmanni fóru vit til Paris, og spældu á gøtuhornum, mest Beatles. Men eg var meira ein Bob Dylan, so eg litaði hárið svart, fekk svartar sólbrillur, og hevði altíð ein munnharpuhaldara um hálsin. Sjálvt tá eg svav...
- Vit høvdu bólkin Moccers í eini tvey ár, men so gjørdust eg og bróðurin ósamdir um, um vit skuldu hava harmoniku við ella ikki, og vit upploystu bólkin!. Tá fór eg til Lund at lesa sociologi og bókmentir. Har kom eg í samband við bólkin Spridda Skurar, sum lagskrivari og tað var í tí bólkinum eg kom í samband við Björn Afzelius og Peter Clemmedson. Bólkurin upploystist nokk so skjótt, og eg, Björn, Peter og aðrir stovnaðu bólkin, sum kom at verða Hoola Bandoola Band. Hetta var síðst í sekstiárunum, og bylgjan við Beatles avmyndum fánaði burtur og tað gjørdist møguligt at syngja á svenskum. Navnið Hoola Bandoola Band var skemt at byrja við. Vit funnu uppá tápulig nøvn, bara fyri at arga útvarpsvertir, at fáa teir at siga hesi nøvn. Men tað var Eddie Bruhner, sum í eini sjónvarpssending avdúkaði okkum, at navnið Hoola Bandoola Band var úr jólasendingini hjá Disney. Og so bleiv navnið hangandi.
- Sjeytiárini blivu merkt av tí sum kallaðist progg-tónleikurin. Tað vóru øll vit vinstrahallu, sum settu okkum fyri at broyta heimin. Vit spældu okkara tónleik, á okkara máli. Tað hevði verið soleiðis, at tað gjørdist gjørligt at syngja á svenskum, men tað skuldi verða ríkissvenskt. Stockholmsmál við øðrum orðum. Men hetta løgdu vit líka í, vit gjørdu sum vit vildu. Og í Vaxholm byrjaðu plátufeløg sum MNW at geva út undirgrundstónleikin, og proggrørslan var veruleiki. Várið 1971 var Hoola Bandoola Band við í eini sjónvarpssending sum kallaðist Midnight Hour, og ein sum sá hesa sendingina var Stikkan Andersson í Polar Music. Hann bjóðaði mær beinanvegin upp til Stockholm at skriva sáttmála við Polar. Eg fór upp til Stockholm, og hitti Björn Ulväus og Agnetu Fältskog, sum vóru eitt slag av umboðsfólki fyri Stikkan. Eg spældi nøkur løg fyri teimum, og teimum dámdi tað tey hoyrdu. Eg gekk síðani nakrar dagar runt í Stockholm og bíðaði eftir svari frá Stikkan, men einki svar kom, og eg fór niður aftur til Malmö. Samstundis setti Roger Wallis seg í samband við okkum, um at koma til MNW. Eg fór so í ein plátuhandil at lurta eftir plátum frá teimum báðum feløgunum. Tónleikurin frá Polar var fyri tað mesta standard dansbandstónleikur, meðan tónleikurin frá MNW var meira rockkendur. Meira ?eg geri sum eg vil? tónleikur. Og so gjørdu vit av at fara í studio fyri MNW. Men áðrenn gjørdi eg tað, at eg flutti pengarnar eg hevði fingið frá Stikkan Andersson fyri tokferðaseðilin aftur til hansara. Og júst tá vit vóru byrjaðir at taka upp fyri MNW, ringdi Stikkan til mín. Hann var dansandi óður, og lovaði at leggja yrkisleið mína í sand og øsku. Og pengarnar fyri ferðaseðilin vildi hann hava aftur...
- Tað var um hesa tíðina, at okkara politiska samvitska vaknaði til lívs. Vit vóru eitt ættarlið, sum vaknaði. Vit byrjaðu at seta spurnartekin við tað sum var. Og samstundis sum svenski høgravongurin vísti fram Yngve Holmberg, ein svensk John F. Kennedy avmynd, sum um teir vildu hava sína egnu Svínavík, fóru vit longur út til vinstru. Vit byrjaðu at síggja, at alt ikki var gott. Vit sóu hvussu Apartheid í Suðurafrika kúgaði tey svørtu, hvussu Portugal stríddist fyri at ikki missa sína hjálond, hvussu Sovjet fór við sínum fólki, og mest av øllum, hvussu heimsins ríkasta land, USA við sínari makt royndi at bumba Vietnam aftur í miðøldina. Og vit góvust at drekka Coca-Cola, og góvust at keypa amerikanskan tónleik. Og vit hoyrdu um, hvussu ungdómar í USA noktaðu at fara til Vietnam, lótu hárið vaksa langt, lurtaðu eftir tónleiki, man ikki hevði vitað um fyrr, og byrjaðu at nýta rúsevni. Samstundis sum hernaðarjuntair tóku valdið ymsa staðni í heiminum. Og vit gjørdust meira varug við, gjøgnum sjónvarpið sum gjørdist meira útbreitt, at nógv í heiminum var av tí ónda, og ikki alt var so gott sum foreldur okkara høvdu sagt. Øll sjeytiárini komu at merkjast nógv av tí rørsluni sum tók seg upp. Men mest av øllum eri eg glaður fyri, at verða ein partur av einum ættarliði, sum sá at heimurin var óndur, og gjørdi av at broyta hann.
- Og tað var tá, at Hoola Bandoola Band veruliga fór til verka. Men vit vóru so langt frá einum sjeytitals øll-saman-um-alt bólki sum man kundi koma. Eg skrivaði sjálvur allan tónleikin, og legði alt til rættis. Og tá vit komu í studio, drukku vit liturvís av øli, meðan vit tóku upp. Hetta hevði verið fullkomiliga óhugsandi nú, men tað var í lagi tá. Burtur úr øllum hesum kom plátan Garanterad Individuell. Ongin sum bíðaði eftir plátuni, fekk rættiliga tað tey vildu hava. Ongin greiður politiskur boðskapur trein fram, og sjálvur haldi eg at plátan var illa innspæld. Men plátan fekk góðan kritikk, hóast at nógv høvdu eitt tógvið stríð at seta plátuna í ávísan bás. Men tá eg lurti eftir plátuni, er tað sum eg hoyri mest, hvussu vit royna at syngja á ríkissvenskum. Hesum høvdu vit ikki heilt sleppt enn, og tað tók eina plátu afturat, áðrenn vit so at siga sungu við egnum tungum. Men eitt annað sum eisini hendi við Garanterad Individuell, var at vit gjørdust eitt sindur útifrystir frá øðrum vinstrahallum bólkum. Fyrst var tað tað, at Stikkan Andersson vildi hava okkum. Bara tað var ein synd í sjálvum sær. Og hóast ljóðið á plátuni, so spældu vit væl. Vit vóru góðir tónleikarar. Og hetta var kanska eitt sindur for ?gott? til nógv fólk á vinstru síðuni.
- Í 1972 góvu vit út Vem kan man lita på?. Hendan plátan fekk betri kritikk enn fyrra plátan, og vit slógu ígjøgnum vit hesari plátuni. Har vóru millum annað løgini Keops Pyramid og Herkules. Plátan seldi nógv, og Hoola Bandoola Band gjørdist ein sera væl dámdur bólkur. Vit spældu sera nógv bæði í útvarpi, sjónvarpi og konsertir. Men eisini í fongslum, til vælgerandi endamál og til mótmælisfundir. Og øll vinstrasíðan fekk viðvind við okkum. Vit hoyrdust meira, og vit kundu gera meira. Og tað kundi ikki sleppast undan, at vit blivu kravdir eftir týðiligari boðskapi. Og plátan På Väg, sum kom út í 1973, var eisini merkt av hesum krøvum, og at vit royndu at finna okkum sjálvar. Á På Väg syngi eg bara við á einum lagi, Jakten på Dalai Lama. Sjálvt um eg skrivaði og legði alt tilrættis. Og vit byrjaðu at merkja trýstið á okkum. Fólk vildu hava svar. Og vit koyrdu alternativ verk, so sum Sture Starring Story saman við Tidningsteatern.
- So var tað vit gjørdu Fri Information. Her var alt meira erligt. Vit sleptu øllum vit fyrr høvdu hildið aftur. Plátan var kanska tann mest erliga hjá Hoola Bandoola Band. Og tann mest politiska. Og fyri fyrstu ferð, skrivaði eg ikki alla plátuna. Av níggju løgum, skrivaði Björn Afzelius fýra. Hoola Bandoola Band fór ígjøgnum eina demokratiseringstíð. Tað var ikki longur bara eg, sum skuldi skriva, men allir skuldu gera sítt. Og tað, sum kanska var eitt sindur syrgiligt, var, at meðan eg tók eitt stig aftur, var tað bert Björn sum tók stigið fram. Men soleiðis var tað í sjeytiárunum. Vit sum vóru ung í sjeytiárunum, kunnu leggjast undir nógv. Vit vóru romantiskt uppreistrarsinnað, vit høvdu fríar tankar um sex og rúsevni, og vit lurtaðu ikki eftir nøkrum. Vit vóru vit, og vit gjørdu tað vit vildu. Og vit trúðu veruliga, at vit skuldu broyta heimin. Til dømis er lagið Victor Jara við á Fri Information. Victor Jara var ein ungur yrkjari, sum bleiv myrdur í alduni av hernaðarkvettinum í Chile, tá Allende eisini bleiv myrdur. Pengarnir frá hesum lagnum fóru óskerdir til Chile-nevndina. Hóast hetta var okkara mest politiska pláta, fingu vit sera nógvan kritikk frá vinstru síðuni. Og tað løgna er, at nú vóru vit ov bersøgnir. Vit vóru farnir yvirum markið. Men eg havi altíð hildið fast við at tað eri eg, og eingin annar sum ger av hvat eg skrivi. Og tá fólk merkja, at tey ikki kunnu stýra tær, blíva tey oftast bangin. Og tá er man kanska ikki so ynsktur, sum tá man ger sum onnur siga. Og tá vit kendu, at vit næstan vóru blivnir eitt amboð hjá ávísum bólkum innan vinstravongin, gjørdu vit av at fara hvør til sítt. Björn gav út meira rockkendar plátur fyri Nacksving í Göteborg, meðan eg stovnaði Kabaréorkestern.
- Kabaréorkestern gav út sína fyrstu plátu í 1978, nevnd Sjömansvisor. Og her er millum annað lagið Titanic ? andraklasspassagerarens sista sång. Hann er veruliga um endan av sjeytiárunum. Tá alt vit høvdu stríðst fyri, bleiv upployst í ymsar bólkar, og ongin longur vildi verða við:
Du tog vårt foto av barnen, dina smycker och din hatt / jag tog en tröja, jag tänkte at havet är säkert kallt. / nör vi steg ut ur vår hytt och såg hur vattnet börjat strömma in / såg jag en tår, eller var det kanske en droppe vatten på din kind. / Vi gick fram till baren och fick ett gratis glas champagne / Och vi skålade för imperiet och för varann / Nu börja? skeppet sjunka snabbare och dess lutning var ganska stor / Många hoppade i vattnet men vi beslöt att stanna ombord
Her endar samrøðan hjá okkum, tí hann hevði annað at takast við. Men hugtakandi var at hitta mannin, sum kanska mest av øllum sjeytitalstónleikaranum hevur hildið fast við sínar hugsjónir. Restin av greinini er skrivað út frá tí eg havið lisið um Mikael Wiehe, og tónleikinum hjá honum.
Kabaréorkestern kom við einari plátu afturat, Elden är lös, sum kom út í 1979. Og fyri fystu ferð var hann ikki greiður yvir, hvat hann vildi. Einastu ferð har hann veruliga hevði trupulleikar við at skriva tekstirnar. Tað var líkasum, at hann vildi fevna um ov nógv. Hvar hann var, hvør hann var og hvar hann stóð. Og tað merkti øll áttatiárini. Plátan Kråksånger er kanska ein tann besta plátan hjá honum. Hon er ymisk í sjálvum sær. Øll løgini skilja seg nógv frá hvørjum øðrum, og øll eru sterk hvør sær. Og pláturnar Lindansaren (1983) og Hemmingwayland (1985) eru í sama anda. Leitandi og sveimandi, men við góðum løgum.
Í 1986 gjørdu Wiehe og Afzelius aftur eina plátu saman um heimsins forfylgdu. Plátan seldi yvir 300.000 eintøk, og konsertferðin var ein dundrandi sigur fyri teir báðar. Aftaná 15 folkparkskonsertir, høvdu teir sligið áhoyrarametið 13 ferðir. Og hetta meðan áttatiárini mest snúðu seg um at tæna sær sjálvum mest, og tá orð sum solidaritetur ikki var nakað man tosaði um. Teir báðir hildu fram við konsertum at stuðla Sandinistinum í Nicaragua, Svensk Rock mot Apartheid och ANC tiltakið í Scandinavium í Gøteborg, har eisini Olof Palme luttók. Sjálvur sigur Wiehe, at han metir ANC tiltakið, sum endin á tí solidariska tónleikinum. Tann síðsta stóra manifestatiónin. Aftaná gjørdust ?Micke? og ?Affe? nakað trygt. Nakað man kundi rokna við. Vóru teir við, kundi ein vera vísur í, at okkurt gott var í væntu. Og at tiltakið varð væl vitjað.
Samstundis sum hann hevur hetta tíðarskeiðið sum eina avgerandi broyting í lívi hansara, var hetta eisini tíðin tá fyrra hjúnabandið fór í søguna. Um sítt privatlív hevur hann aldrin verið opin, og tí veit man heldur ikki nógv um hetta. Tað at hann varð skildur frá konuni, kom aldrin ordiliga fram í pressuni, tí har var ikki so nógv at fara eftir. Ikki so vanligt, tá hugsað verður um kendar persónar, men soleiðis er Wiehe. Tónleikurin talar fyrst og fremst. Og tað røkkur oftast.
Um plátuna frá 1988, Basin Street Blues, sum eisini er tann plátan sum vakti mín áhuga fyri Wiehe, sigur hann sjálvur, at tað er tann mest inniliga og perónliga plátan hann hevur gjørt. Plátan kom eisini at skapa nógv kjak, um hvat hann veruliga meinti við tekstunum. Men ongantíð fært tú hann at koma við einari frágreiðing, júst hvat hasin setningurin er um, ella hvat hann meinar við hasum brotinum. Sjálvur sigur Wiehe, at hann altíð hevur lagt seg eftir at skriva tekstir, har tú kanst taka brot úr, og líkasum hanga á veggin, sum eina áminning, men kortini ikki lata verða við at minnast heildina. Og við slíkum sníkjandi svarum, hevur hann eyðmerkt seg sum persón og yrkjara. Ein, sum tú ongantíð heilt ert vísur í, hvat hann meinar. Tú verður noyddur at hugsa sjálvur, at gera tína egnu metan um trupulleikan hann vísir á.
Byrjanin av nítiárunum var í mangar mátar tvíeggjað fyri Wiehe. Hann hitti núverandi konu sína, ættað úr Chile og gav út eina plátu sum sýndi eina lívsgleði Wiehe ikki hevði sýnt fyrr: Allt är förändrat.
Den stora, stora skillnaden är kärlek / att älska nån, som älskar en tillbaks / Den stora, stora skillnaden är kärlek / Och ingenting är längre som det var
Men sølu viðvíkjandi var hetta ein tung tíð fyri Wiehe. Plátan Det ligger döda kameler i min swimmingpool frá 1992, seldi einans 7.000 eintøk. Ein næstan katastrofalur niðurtúrur fyri hann. Men persónliga sá tað út sum hann hevði funnið frið í sær sjálvum. Lívið var ikki longur ein bardagi fyri tí sum er rætt, at fáa tað góða fram um tað ónda. Í staðin fyri, gjørdi hann tað, ið hann var mentur at gera, og góðtók, at alt nú einaferð ikki gongur sum ein ætlar. Og hann gjørdi eisini nakrar plátur við nógvum undarligum løgum, og enn meira undarliga lagdar till rættis. Ongin av hesum fekk nevnisverda umrøðu, men fóru heldur stillisliga framvið. Men í 1995 kom so plátan Trollkarlen, sum at byrja við heldur ikki fekk nógva umrøðu, men sum við tíðini stendur sum plátan, ið vendi gongdini. Her fór Wiehe aftur til sínar røtur, aftur til fólkatónleikin við góðum løgum og alt væl lagt til rættis. Og sjálvur sigur hann, at tað kendist sum um hann aftur var seytjan ár, og óður inn á alt og øll. Og hetta júst um tað tíðina tá hann var mest sum heilt avskrivaður sum nakað, ið eitt plátufelag vildi hava nakað við at gera.
Á tí politisku síðuni, vunnu sosialdemokratarnir valið á heysti 1994, og tveir mánaðir seinni atkvøddu sviar seg inn í ES. Og fram til 1998 var skorið niður upp á alt í samfelagnum, og løgið sum tað ljóðar, kendist politikkurin meira høgravendur hetta tíðarskeiðið enn tá Bildt sat við valdið. Sjálvur sigur Wiehe, at hetta var úrslit av 20 árum av høgravendum kjaki, og at broytingin hevði komið líkamikið hvør hevði sitið í stjórnini. Kanska var tað bara gott, at tað vóru sosialdemokratarnir sum høvdu ræðið, tí annars hevði tað kanska gingið heilt galið. Og sum ketta upp úr høvdatrogi, savnaðust limirnir í Hoola Bandoola Band aftur, fyri at gera eina konsertferð tað summarið. Spurdur um hann helt, at Hoola Bandoola Band hevði nakað at bjóða uppá 20 ár seinni, við sínum vinstrahallu fremstifingrum og friðarboðskapi, svarar Wiehe.
- Jú, tað haldi eg. Heimurin er blivin verri, men vit eru blivnir betri...
Aftaná hesa konsertferðina, sum eisini ein pláta kom burturúr, var friðarligt hjá Wiehe. Men í 1998 kom plátan Sevilla út. Hetta var at bróta upp úr nýggjum fyri Wiehe. Allir tónleikararnir vóru skiftir út, og eingin politikkur var í tekstunum. Ein friðarlig fløga, beint úr hjartanum. Eitt av løgunum, var Den jag kunda va?, sum hann skrivaði til tann tá krabbameinssjúka Björn Afzelius. Tá hann var liðugur við lagið, fór hann upp til Göteborg, og spældi lagið fyri Afzelius. Tá hann hevði framført lagið fyri Afzelius, helt hesin fyri, at handan sangin skuldi Wiehe framføra á jarðarferðini hjá sær. Og tað gjørdi hann eisini, tá Björn Afzelius andaðist tann 16. februar 1999. Sjálvur sigur Wiehe:
- Affe var mín vinur. Eg droymi ofta um hann, og sjálvandi sakni eg hann. Og eg gerist keddur, tá eg hugsi, at hann ikki longur er til. Men tó er hann onkursvegna framvegis saman við mær. Tá eg spæli øll tey gomlu løgini, hoyri eg hansara aðru stemmu inni í mær.
Aftaná deyða Afzelius, avgjørdu hinir í Hoola Bandoola Band av, at gera nakrar konsertir till minnis um hann, og tað blivu so tvær í Malmö, tvær í Oslo og ein í Keypmannahavn. Tað hevði borið væl til at hildið fleiri konsertir, tí atgongumerkini vóru útseld beinanvegin, men teir vildu ikki at tað skuldi misnýtast, men heldur verða eitt síðsta kapittul, úr einari bergtakandi søgu. Yvirskotið frá konsertunum varð givið til Reyða Kross at brúka til miðstøðina fyri pínd í Malmö.
Sunnunáttina 25. oktober 1999 hoyrdust Sieg Heil herróp uttan fyri bústaðin hjá Mikael Wiehe í Malmö, og samstundis var ein minni spreinging. Beint eftir ringdi onkur til 112, og segði frá, at hann var keddur um, at Wiehe ikki var deyður. Eftir hetta fór Wiehe út í opið kríggj við ta vaksandi nýnazismuna í Svøríki. Og í einari grein í bløðunum, fanst hann hvassliga at, at veganrørslan var greiðari kannað av løgregluni, enn nazistarnir, hóast allan teirra yvirgang. Hetta var ikki fyrstu ferð, at Wiehe var morðhóttur, men tað var fystu ferð, at hóttanin var framd í verki. Sjálvur sigur Wiehe, at sjálvandi ávirkar hetta lívið. Men hann er ikki bangin, men hevur tikið neyðug stig at verja seg og síni kæru. Men at liva aftanfyri læstar dyr, vil hann ikki, tí tá hava hini vunnið. Nógv stríð hevur verið aftur og fram, og hóttanir koma framvegis til hansara. Og til fleir konsertir hevur løgreglan vart Wiehe, um nakað skuldi hent. Í november mánaða árið eftir, fullu fleiri dómar í málum um nýnazismu. Millum hesar eisini teir ið høvdu verið við til hóttanina 25. oktober árið fyri móti Wiehe.
Tónleikaliga er Mikael Wiehe sterkari enn nakantíð. Plátan En sång til modet sum kom út í mars 2000, var stórliga fagnað, og Wiehe er kanska tann sjónligi umboðsmaðurin fyri ættarliðið, ið setti síni merki á sjeytitalið. Tá alt skuldi broytast, og alt blíva betri. Men tað bleiv ikki heilt sum ætlað, og nógv varð ógjørt.
Men spurdur um hann framvegis brennir líka nógv fyri sakini, sum fyri 30 árum síðani, svaraði Mikael Wiehe:
- Login er líka sterkur nú, sum tá. Men nú eri tað eg sum stýri loganum, og ikki øvugt.