Í samband við Savnsfagnaðin í Vágum, sum byrjaði í gjár og endar í morgin, letur upp í dag klokkan 14 ein forkunnug listaframsýning í Listastovuni í Miðvági.
- Tað hevur eydnast fyrireikarunum at samla ein hóp av áhugaverdum Mikines-málningum, og hesir málningar verða nú vístir fram í dag og í morgin frá klokkan 14 til 17.
Úr Vágum verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin, og tað er ókeypis at síggja Mikines-framsýningina í Listastovuni í Miðvági, sum letur upp um hálvan annan tíma.