Mikkel Hansen er sjúkrameldaður vegna strongd

Aalborg má klára seg uttan stóru stjørnuna komandi tíðina

- Mikkel Hansen er sjúkrameldaður vegna strongd. Soleiðis skrivar danska hondbóltsfelagið, Aalborg á heimasíðu sínari.

 

Avgerðin er tikin í samráð við nærmastu familjuna hjá Mikkel Hansen, læknar og felagið, verður skrivað í tíðindaskrivinum frá Aalborg. 

 

- Talan hevur verið um eitt sera hektiskt ár fyri Mikkel. Hann er fluttur heim til Danmarkar við familjuni aftaná 10 góð ár í útlandinum. Tað hevur verið ein stórur eftirspurningur, og nógv fokus hevur verið á hansara persón gjøgnum alt heystrið. Bæði í samband við skiftið til Aalborg, og seinast í samband við HM-endaspælið í januar, sigur Jan Larsen, stjóri í Aalborg við danska TV2.

 

Jan Larsen staðfestir, at bikarið hjá Mikkel Hansen gjørdist fult aftaná HM-endaspælið var liðugt. Mikkel Hansen vann HM-gull saman við liðfeløgunum. 

 

- Saman hava vit tikið ta einastu røttu avgerðina, har alt fokus er á, at Mikkel fær neyðugu tíðina og stuðul frá serfrøðingum til at koma fyri seg aftur, sigur Jan Larsen.