Mikkel verður HM-toppskjútti

Missil-Mikkel kalla danskir fjølmiðlar 23 ára gamla Mikkel Hansen, og tað er ikki uttan grund. Hann hevur higartil í HM-kappingini í Svøríki skotið 58 mál í 9 dystum.

 

Tað var ikki týðiligt í byrjanini av kappingini, at Mikkel Hansen skuldi gerast toppskjútti til HM, men seinastu dystirnar hevur í tann »grad traðkað í karakter«.

 

9 mál í einari hálvfinalu tala sítt egna mál og sigur, hvør maðurin er. Ikki bert tí, at onkur spanskur leikari undan dystinum rósti Mikkel Hansen fyri at vera ein av bestu leikarunum í heiminum.

 

Eftir er so bert at síggja, hvussu Mikkel Hansen og restin av liðnum standa seg móti Fraklandi sunnudagin. Tí ein sannroynd er eisini, at málverjin, Niklas Landin, stóð ein av sínum livs dystum og var ein avgerandi orsøk til, at Danmark at enda rann avstað við hálvfinalusigrinum á 28-24 móti Spania.

 

Toppskjúttarnir eru higartil:

Mikkel Hansen, Danmark 58

Håvard Tvedten, Noreg 56

Marko Vujin, Serbia 56

Vedran Zrnic, Kroatia 54

Bjarte Myrhol, Noreg 54

Alexander Petterson, Ísland 53

 

Sum sæst á listanum eru nærmastu kappingarneytar lidnir við HM-kappingina, og tað merkir, at svenski Niclas Ekberg skal skora 17 mál í bronsudystinum, ella at franski Nicola Karabatic skal skora 18 mál fleiri enn Mikkel Hansen í finaluni fyri at gerast toppskjútti til HM.