Mikkjal: AB vísir stórsinni - Kappingarnevndin vísir vánaligt handalag

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá KÍ fegnast um at kunna fyrireika seg optimalt til Europa League dystin móti Dundalk. Æruna eigur Argja Bóltfelag

##med2##

- AB hevur víst stórsinni. Teirra stórsinni setir teir enntá í eina torføra støðu, har teir mugu leika ein sera avgerandi dyst 4. november. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.

Upprunaliga skuldu KÍ og AB spæla landskappingardyst í Klaksvík í morgin. So varð dysturin fluttur til mánakvøldið, og so varð hann fluttur aftur til sunnudagin.

Nú er greitt, at AB skal ikki til Klaksvíkar í morgin. In.fo skilur, at tað er eftir ynski frá KÍ venjaranum, at dysturin er útsettur. Hann er nú ásettur at vera mikudagin 4. november.

Samstundis sum Mikkjal Thomassen og allir í KÍ-hópinum eru takksamir fyri stórsinni AB hevur víst, so er Mikkjal rættiliga atfinningarsamur um leiklutin hjá kappingarnevndini hjá FSF, ið hann heldur hevur víst vánaligt handalag, og avgjørt má stramma upp í arbeiðnum at geva føroysku liðunum, ið vinna seg víðari í Evropa so optimalar umstøður sum møguligt.

Mikkjal minnir á, at dysturin á Aviva leikvøllinum í Dublin komandi hóskvøld er tann størsti dysturin í søguni hjá føroyskum felagsfótbólti nakrantíð.

Vinnarin av dystinum millum Dundalk FC og KÍ vinnur seg í bólkaspælið í Europa League.

Mikkjal undirstrikar eisini, at í hesum førinum er talan um eitt lið, ið KÍ avgjørt hevur ein møguleika ímóti.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Mikkjal Thomassen fyri løtu síðani. 

(Samrøða við Mikkjal Thomassen um flutta dystin móti AB)