Mikkjal avgreiddi passini

Onkur av italsku gestunum mundi fingið trupulleikar við passinum. Og teir vórðu bilsnir, tá tað var ein av føroysku spælarunum, sum kundi hjálpa

Fótbóltur

 

Ofta gera útlendskir miðlar nógv burturúr, at føroysku spælararnir bert eru glaðir amatørar. Ein av teimum stuttligu søgunum av slagnum kom, tá italska ferðalagið var í ferð við at rigga seg til Føroya-ferðina.

- Ein av ferðaleiðarunum hjá teimum var stinnur í enskum, og hann ringdi á politistøðina at vita, hvussu teir skuldu bera seg at. Trupulleikin var, at passið hjá einum spælari hevði minni enn tríggjar mánaðir eftir, og tá so er, so kanst tú ikki ferðast.

- Vit fingu so greitt málið, og tá hetta var gjørt, spurdi hann, um eg ætlaði mær niðan at hyggja eftir dystinum leygarkvøldið. So tú kanst ætlað, at hann gjørdist bilsin, tá eg svaraði honum: Nei – eg skal spæla við! Men hann trúið mær kortini, og spurdi meg, hvat nummar eg var. Og tað vísti seg so eisini, at hann skuldi sita undir liðini á teirra nummar átta, sum er Gattuso, í flogfarinum. So vit fingu okkum eitt fínt prát um veður og vind, sigur Mikkjal Thomassen um hendingina, sum helst fekk fleiri smíl fram. Bæði á politistøðini og hjá italsku gestunum.