Farna vikuskiftið vann Mikkjal K. Thomassen sín fyrsta sigur sum høvuðsvenjari hjá AIK, tá AIK vann 1-0 á Västerås á útivølli.
Seinnapartin vann Mikkjal sín fyrsta heimasigur við AIK, tá AIK á Strawberry Arena leikvøllinum vann 1-0 á Mjällby í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Portugisiski Rui Modesto syrgdi fyri sigursmálinum við einum dreymahøggi í 56. minutti.
AIK er nú nummar níggju av teimum 16 liðunum í Allsvenskuni við 26 stigum fyri 18 dystir.
Komandi sunnudag klokkan 13 verður størsta uppgávan higartil hjá Mikkjali sum høvuðsvenjari hjá AIK.
Tá spælir AIK útidyst móti lokala arvafíggindanum, Djurgården. Tað er ein ógvuliga prestisjutungur dystur hjá AIK.