Mikkjal: Seinasta løtan var ræðulig

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ seta orð á samlaða 3-2 sigurin hjá KÍ á Birkirkara

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1, har hann prátaði við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná 2-1 heimasigurin hjá KÍ, og samlaða 3-2 sigurin á Birkirkara úr Malta.

 

Mikkjal Thomassen er fegin um samlaða sigurin, og hann er fegin um teir fyrstu 87 minuttirnar av dystinum í kvøld, men í allari gleðini harmast Mikkjal Thomassen um, at KÍ mundi mist alt á gólvið ta seinastu løtuna. Høvuðsvenjarin hjá KÍ viðgongur, at tað tók eina løtu hjá honum at koma niður á jørðina aftur.

 

Um fimm dagar skal KÍ takast við Zalgiris úr Litava í Gundadali í næsta umfarinum, og Mikkjal Thomassen slær fast, at málið er, at KÍ skal vinna seg víðari ímóti Zalgiris. 

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málunum í dystinum millum KÍ og Birkirkara, og viðmerkingarnar hjá André Olsen hoyrast HER

 

Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Ólav Niclasen og Kristian Joensen hjá KÍ hoyrast HER

 

Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig og við stadionspeakarin hjá KÍ, Kristian Joensen hoyrast HER

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo hoyrist HER