Í gjár vann KÍ 1-0 á B36 í 13. umfari í Betri deildini hjá monnum. Málskjútti var nýggi maðurin í KÍ, Anders Sølvsten Holvad. Hann er komin til úr donskum fótbólti, og tað ljóðar, at onnur feløg eisini vóru áhugaði í áleyparanum, sum eisini kann spæla á vonginum.
Hópurin hjá KÍ er longu breiður eftir føroyskum mátistokki, og tá Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ, meldaði út, at hann helt Páll A. Klettskarð vera besta áleyparan í landinum, so kom keypið eitt sindur óvart á. Tað eru tó ikki vantandi dygdirnar hjá áleyparanum, ið gera at nýggjur maður er komin til.
- Anders er keyptur inn sum bæði vongur og áleypari. Hann hevur spælt helmingin av síni yrkisleið sum áleypari, og hin helmingin sum vongur. Páll hevur avbjóðingar í mjødnini í løtuni, og vit mangla ein vong. Anders kann loysa tey plássini, sigur Mikkjal K. Thomassen við FM1.
Hann vísti eisini á, at KÍ skal møguliga spæla millum seks til átta dystir í Evropa í summar. Tí er týdningarmikið við einum breiðum hópi. Í løtuni sita Dmytro Lytvyn, Børge Petersen og Jonn Johannesen uttanfyri, meðan Claes Kronberg júst er komin fyri seg eftir longri skaðasteðg.