Niclas Johannesen
? Eg minnist tað so væl. Vit komu við Bliki. Tað var á miðari nátt og tað var myrkt. Vit blivu koyrd til Sumbiar við einum taxa í myrkrinum. At vakna morgunin eftir og hyggja út gjøgnum vindeygað ? tað var eitt sjokk.
So stórur var kulturskelkurin hjá hesum milliónbýardrongi, at hann enn minnist datoið: 9. oktober 1973.
? Eg minnist annars ongantíð til føðingardagar og annað, men henda dagin minnist eg.
Ronnie drekkur kaffi. Hann hevur verið uppi síðini klokkan sjey, tí pápar hava jú ávísar skyldur. Sjálvur var Ronnie Nielsen bert tvey ára gamal, tá pápi hansara doyði. Hann var dani. Mamman er norsk. Og Ronnie? Ja, hann er føroyingur og kundi ikki hugsað sær at búð aðrastaðni enn her, tá tú spyrt.
? Mamma bleiv jú forlovað uppaftur. Tað er tann typiska søgan um postboðið, sum bankar uppá. Og so var hann sumbingur oman á. So leiðin gekk úr Keypmannahavn til Sumba, tá eg var ellivu ára gamal.
Var tú keddur, tá tú skuldi flyta úr stórbýi til lítla bygd í Føroyum?
? Nei. Tað var sjálvsagt sum at koma á ?bølandið?, men í tí aldrinum lagar tú teg skjótt til umstøðurnar. Og vit høvdu tað ótrúliga gott í Sumba. Eg vil siga, at tíverri var eg ov lítið í Sumba.
Til Havnar
17 ára gamalur flutti Ronnie til Havnar. Stóri eksistensielli spurningurin hjá einum hvørjum menniskja ? ?hvat skal eg gera? ? var longu tá avgreiddur í huganum hjá Ronnie. Hann vildi vera tónleikari.
12 ára gamalur fór hann við mammuni til Noregs á vitjan. Bróðir hennara eitur Jan Ero, og hann spældi tá við norska bólkinum Tobben og Ero, ið góvu fleiri plátur úr í 70?unum.
? Eg minnist, at mammubeiggi mín lærdi meg at spæla guitar ta tíðina. Og eg var fullkomiliga seldur og segði við meg sjálvan ?hatta skal eg duga.? Eg vildi vera tónleikari. Fyrsti sangur, eg dugdi at spæla, minnist eg, var Heart Of Gold hjá Neil Young.
? Heimafturkomin úr Noregi hitti eg Georg (Eystan á, blðm.), og vit byrjaðu so at spæla saman í Sumba. Trupulleikin var bara tann, at allir vildu spæla guitar. Guitarspælararnir standa jú altíð fremst og fólk leggja jú fyrst merkis til teir. So eg endaði aftan fyri trummurnar.
Hetta vóru jú ikki júst hi-class trummur. Tvey Omo-blikk, ein Qualitystreet sum rytmutrumma og so akslatrø sum trummustikkarar var tað sum skuldi fáa sumbingarnar at groova í enskan stíl.
? Seinni fingu vit so trummusett og eg minnist vit kallaðu okkum White Lions, tí ein væl dámdur bólkur í Suðuroy í 60?unum hevði sama navn. Og so trúðu vit sjálvsagt, at nógv fólk kom at lurta, tí nú høvdu vit sama navn. Men ak.
Ronnie flennur.
Hann minnist eisini, hvussu tað var alt í lagi, at spæla tónleik í Sumba. Inntil trummur komu upp í leikin. Tá var nokk við forstáilsinum. Tónleikurin bleiv skýrt at vera larmur, fjant og fjas.
Men her var Ronnie hvørki at stinga ella høgga í. So leiðin gekk sum sagt til Havnar.
? Tað var jú har at tónleikararnir hildu til. Í fyrstu syftu fór eg til Havnar bert fyri at hoyra øll hini spæla.
Ronni fekk tó kortini
skjótt sín kjans.
? Eg gekk á háskúla saman við Jóhan Petur Andreassen, og hann spældi í Blackbirds. Eg minnist, hann segði við meg, at teir manglaðu ein bassleikari. Eg hevði ongantíð spælt bass, men avgjørdi at selja eitt sanganlegg og so keypa ein Rickenbaker bass ístaðin ? líka sum tann, ið Roger Glover í Deep Purple hevði. Og so sótu eg og Jóhan Petur um næturnar og vandu repertoirið hjá Blackbirds. Síðani haldi eg, at Jóhan Petur læt Marner (Andreassen, blðm.), sum var bossur í Blackbirds frætta, at eg møguliga kundi brúkast sum bassleikari. Ein dagin hitti eg Marna og so spurdi hann, um eg vildi koma at royna meg. Tá vit vandu, dugdi eg allar sangirnar hjá teimum. Og til dagin í dag vita teir ikki, at tað var tí, at eg og Jóhan Petur høvdu sitið og vant í loyndum um næturnar.
Tú spælir trummur, guitar og eisini bass. Men tey flestu munnu tó kortini kenna teg sum sangara. Nær byrjaði tú at syngja?
? Ja, tað var rættiliga seint. Ikki fyrr enn seint í 80?unum, tá eg sang trý løg á útgávu hjá Blackbirds, har lagið ?Flag? gjørdist sera væl umtókt. Áðrenn tað hevði eg bara sungið 2. og 3. stemmu í bólkinum. Og eg vil ráða øllum, ið vilja læra seg at syngja, at eisini byrja við tí. Tað er góður lærdómur.
At Ronnie altíð hevur havt sanggávur kemur tó undan kavi, tá hann minnist aftur á barnaárini, og at hann sang við barnakóri.
? Eg var enn tá biðin um at fara til upptøkuroynd í danska dreingjakórinum. Men eg fór bara ongantíð. Tú veist, hvussu mammur eru. Tær hjúkla um og eru bangnar. Hesi dreingjakór ferðast jú nógv, eitt nú eisini í Sovjettsamveldinum og øðrum løgnum londum. Og har ótu tey jú børn! Sigur Ronnie við ikki sørt av ironi í røddini.
Gjørdist tað ikki dreingjakór, so slapp tónleikurin tó út aðrar vegir. Sjálvur hevur Ronnie ikki tal á, hvussu nógvum føroyskum útgávum, hann hevur luttikið á. Hann gitir, tað er eitt stað millum fimti og hundrað.
Hvørjar upptøkur er tú glaðast fyri sjálvur?
? Eg eri serliga glaður fyri ?Svarti Fossur?. Hetta var tann fyrsta plátan, eg var við á, og hetta var í 79. Og tað var nakað heilt serligt. Georg var eisini við, og vit høvdu tá skift navn frá White Lions til Paragraff. Eg minnist, at George vildi hava ljóðið av Svarta Fossið mixað inn í tónleikin í endanum á sanginum. Vit høvdu verið og lurta eftir fossinum, og George segði við Milson (Zachariassen), at hann vildi hava hann at taka ljóðið upp eitt ávíst stað, tú har var dunið størst.
? Tá so George kom dagin eftir fyri at lurta eftir tí, ið Milson hevði gjørt, segði George við Milson: ?Hatta er slettis ikki Svarti Fossur. Tú hevur bara verið inni á wc?inum og skolað niður!?.
Ronnie flennur í kíki.
? Hetta var mín fyrsta ferð nakrantíð, at eg var í studio, og tí hevur hetta eitt serligt pláss í mínum hjarta. Hetta var ein sera góð lærutíð eisini.
Kortini slapp ikki alt tað, Ronnie spældi, við á upptøkurnar.
? Eg spældi eisini bass á eini andaligari upptøku. Men eg haldi bassurin bleiv koyrdur burtur aftur. Eg royndi jú at spæla ordiliga progressivt, líka sum Roger Glover. Og eg haldi ikki rættiliga, hetta var tað bassspælið, tey longdust eftir at hoyra. So mín bassur bleiv kasseraður.
Men síðani gekk tað skjótt framá. Boð vóru eftir Ronnie úr øllum ættum. Og soleiðis er tað enn. Hann hevur spælt trummir á Frændum, og guitar við Blackbirds, sungið við Jóannes Jakobsen ? ja, listin er longri enn hjá teimum flestu.
Hvønn tónleik dámar tær so best sjálvur?
? Tað er rock og blues. Og so eisini nakað av west coast tónleiki. Sjálvur dámar mær eisini væl afrikansku sangarinnuna Miriam Makeba. Hon er góð.
Hvat heldur tú um tónleikalívið í Føroyum?
? Eg havi altíð hildið, at kapasiteturin er ótrúliga stórur. Og við musikkskúlaninum hevur menningin verið upp aftur størri. Eg haldi framvegis, at skal tú gerast góður tónleikari, so skal tú kenna títt ljóðføri innani frá. Eg haldi eisini, at myndugleikarnir kundu sett fleiri pengar av til rytmiskan tónleik. Eg haldi, teir geva tí klassiska ov nógv í mun til tær framførslur, ið eru.
Sjálvur er Ronnie mest keddur av, at hann ongantíð fór á tónleikaskúla.
? Eg var annars sloppin inn á Berkley universitetið í USA (Hesin skúlin hevur klakt nakrar av heimsins bestu tónleikarum. blðm.). Hetta var einaferð í 80?unum, at eg søkti. Men eg minnist, at eg fekk bert 5.000 krónur í stuðuli. Og tað røkkur ikki langt, tá skúlin kostar 120.000 um árið.
Men Ronnie, aftan á 20 ár í føroyskari tónleikavinnu ? hvussu uppfatar tú teg sjálvan?
? Eg uppfati meg sjálvan øgiliga lágt. Eg eri komin til ta niðurstøðu, at skal tú vera tónleikari, so skalt tú bara hava ein guitar og ein ryggsekk, og so bara spæla. Tástani verður tú ordiliga góður. Men tá er tú eisini vanliga sera fátækur, og verður skjótt brendur út. Skal tú hava familju og alt hatta har aftrat, so mást tú vera tryggjaður fíggjarliga áðrenn, og tað er ofta torført.
Seinastu árini hevur Ronnie so arbeitt hjá Simma í Havnini. Handilin liggur mitt í býnum. Og tað er onki at ivast í, hvat selur mest.
? Guitarar. Fólk keypa guitarar, tað er tað, ið selur nógv mest.
Tey koma eisin úr Suðuroy. Ja, eisini ungir sumbingar støkka inn á gólvið. Og hvør veit. Kanska ein nýggjur sumbingur kryddar tunga føroyska kvæðastevið við ljóðinum frá einum ýlandi guitara.
Sjálvur vónar Ronnie, at hann í ár kann gera sína egnu útgávu.
? Tað er talan um rock og so eisini fleiri balladir. Men tað vísir seg altíð, at tá eg farið í gongd, so eru boð eftir mær at gera okkurt fyri onkran annan. Men eg hevði veruliga ynskt at sloppið at gjørt mína egnu fløgu. Helst í ár. Ella kanska næsta ár.
Ronnie um:
Kolbein Simonsen:
?Hann er nummar eitt. Rætt og slætt tann besti. Ótrúliga dugnaligur Vit hava havt nógvar góðar løtur saman og hann hevur lært meg ótrúliga nógv um teknikk. Hann hevur verið tann stóri lærarin hjá mær.?
Anfinn Kallsberg:
?Eg kenni hann ikki. Eg veit bara, hann er løgmaður. Eg eri púra ópolitiskur, og eg kann onki siga um hann.?
Rúna á Heygum:
?Hon er mítt lív. Tað er torført, tá tú hevur børn, at eisini at fáa pláss til tónleikin. Og har komi eg framum. Hon stuðlar mær. Sjálv hevur hon eina fantastika rødd, og tað er synd hon ikki verður hoyrd meira. Hon er kvinnan í mínum lívi.?
Deep Purple:
?Teir eru lærumeistararnir hjá mær.?
Carlsberg øl:
?Mær hevur ongantíð dámt Carlsberg. Mær hevur altíð dámt best Tuborg.?