Skattamál
Nú er næstan eitt ár liðið, síðan arbeiðið við at planera økið undir húsinum, sum Eiler Jacobsen hevur í hyggju at byggja í Skálavík.
Byggimeistarin, sum skal gera arbeiðið, er klárur, men hann noyðist at bíða nakað enn.
Orsøkin til seinkanina er ósemja millum felagið hjá Eileri Jacobsen og Taks.
Taks hevur kravt, at mvg verður goldið av allari byggingini, men hin parturin sigur nei. Sakførarin hjá felagnum heldur, at húsið, sum byggast skal, er at rokna sum eitt gistingarhús, men Taks heldur upp á sítt.
Eiler Jacobsen hevur sent kæru til skatta- og avgjaldskærunevndina. Kæran varð send inn fyri fleiri mánaðum síðan, men svar er einki komið enn. Nevndin hevur fund aftur í fyrsta lagi 2. september.
- Vit vilja vita, hvussu nógv mvg vit skulu gjalda, áðrenn vit byrja, sigur Eiler Jacobsen.
Mvg-spurningurin er rættiliga avgerandi, tí noyðist eilar Jacobsen at gjalda mvg av øllum, verður øll ætlanin fjórðin dýrari.
- Onnur sleppa ikki í gongd, tí tey fáa ikki fígging. Hjá okkum standa 20 millónir krónur bara og bíða eftir at verða brúktar. Nú er hetta summarið eisini farið, sigur Eiler Jacobsen.
Hann hevur nevnt verkætlanina Immanuel eftir sluppini, ið pápi hansara fórst við. Immanuel er ætlaður at vera ein sjálvsognarstovnur.