Fótbóltslandsliðið: Tað kostaði við kassa eitt, tá føroyska A-landsliðið í fjør heyst vann heimadystin móti Litava. Sigurin sendi Føroyar við metferð upp eftir styrkislistanum hjá FIFA, og tað kostaði í bonus-avtaluni, sum staðfesti, at hvør spælari skuldi hava 6.000 krónur fyri hvørt plássið, sum Føroyar komu niður um nummar 150 á styrkislistanum.
Enn er ikki greitt, nær ella hvussu hendan upphæddin verður útgoldin, og umframt at tyngja gjaldførið hjá FSF sera nógv, skapti stóra upphæddin eisini forargilsi hjá nógvum.
Tað er eingin ivi um, at ein hægri støða hjá landsliðnum á styrkislistanum kann verða nógvar pengar verd fyri FSF. Heilt nógvar.
Í verandi støðu resta bert fá stig í, áðrenn landsliðið togar seg ein styrkisbólk upp, tá lutur skal kastast um næstu undankappingina, men hetta er ikki fyrr enn um tvey ár. Og tað treytar, at landsliðið hesi bæði árini fremur avrik, sum eru á hædd við tey, sum vórðu framd í fjør, tá sigrar vórðu vunnir á Íslandi og Litava.
Stigini missa virði
Tað er nevnliga so, at stig, ið verða vunnin á styrkislistanum, byrja at missa virði longu árið eftir, at tey eru vunnin, og tí kunnu hesir sigrar ikki halda Føroyar fast á eini støðu millum tey 120 bestu landsliðini í heiminum.
Fyrsti landsdysturin á árinum er longu spældur, og hesaferð gjørdist talan um vanliga tapið móti Íslandi. Umframt onkran møguligan venjingardyst í terminini, sum er í juni mánaði, spæla Føroyar heima móti Serbia og Norðurírlandi, meðan útidystir móti Estlandi, Italia og Slovenia skulu spælast. Ikki akkurát tær bestu fortreytirnar fyri at fáa stig, men soleiðis er tað væl hvørja ferð, tá okkara kosnu eru í altjóða eldinum.
Men fortreytirnar kunnu sum so gera tað sama, tí tær broyta ikki kravið, sum má metast at kalla treytaleyst. Tað kann væl vera, at talan var um dýrt mistak, sum avleiddi eina bonus-skipan, sum øktist liniert. Men verður talan hartil um eitt føroyskt landslið, sum nú aftur fer at kava móti altjóða botninum, er talan samstundis um nyttuleyst mistak.
Seta ungt fólk við
Hartil verður árið í ár eisini sveinaroyndin hjá nøkrum av teimum, sum støðugt royna at banka á landsliðsdyrnar. Ikki minst hjá Gunnari Nielsen, sum uttan nakran sum helst iva er maðurin, ið skal lyfta arvin eftir Jákupi Mikkelsen, nú hesin hevur lagt landsliðshandskarnar á hillina.
Á ferðini til Íslands vóru eisini aðrir nýggir mans við í hópinum, og hetta gevur eina ábending um, hvørjar spælarar Brian Kerr hevur í útjaðaranum í sínum hópi. Her er eggjandi at síggja, at fleiri av úttiknu spælarunum vóru í heilt unga endanum. Nakað sum kanska er náttúrligt, men sum eisini gevur greiðar ábendingar um, at landsliðsvenjarin hevur høgar metingar um fleiri av spælarunum, sum í fjør framdu framúr avrik við U21-landsliðnum.