Í sambandi við eina framsýning sum verður á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn leitar Jórunn Dánialsdóttir eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem- og Realskole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966.
Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at ringja til sín á tel. 316024 ella 226024. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).
Tíðarfreistin er sett til 10. juni, og vónar Jórunn at fáa allar myndirnar til høldar til tað tíð.
Í dag hava vit mynd av fýra børnum í 2. millumskúlaflokki umleið 1943, f.v.: Poul Mohr, Karl Vilhelm Fossá, Sonja Egholm (g. Danielsen) og Arne Berg Jacobsen.
Flokkurin, sum hesi børnini gingu í, fóru í millumskúlan í 1940 og vórðu liðug í 1945. Tey gingu sostatt í skúlanum øll krígsárini.
Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í sambandi við hesa myndina, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Jórunn Dánialsdóttir.
Myndaeigari: Ingibjørg Djurhuus