Tað kann tykjast, sum nógv hóvasták viðhvørt verður gjørt burtur úr ongum. Men spurningurin er, um tað kundi verið øðrvísi.
Soleiðis var eisini, tá menn við einum donskum útróðrarbáti herfyri hildu seg hava fingið eina minu í gørnini.
Manningin varð flutt av útróðrarbátinum og í eina trygdarstøðu, um tað ringasta skuldi hent, tá serfrøðingar komu at kanna "minuna".
Men tá luturin var kannaður, vísti tað seg, at hetta var bara eitt PPC-rør, sum kann líkjast eini minu - og rørið var als ikki vandamikið.
Tað var í Ålbæk víkini, at danski útróðrarbáturin fekk lutin í gørnini, meðan teir vóru til fiskiskap.