Hvussu hevur tú frí á páskum í ár?
Eg komi helst at arbeiða allar páskadagarnar - men eftirsum eg arbeiði fyri meg sjálvan og heima, so er tað eitt sindur hips um haps við tí.
Ætlar tú at slappa av ella leika í?
Tað verður nokk eitt sindur av hvørjum. Her úti á landinum er allíkavæl ongin ið varnast, um eg skuldi funnið upp á at leika í.
Plagar tú at gera páskareint?
Hmm. Ikki sum so. Men í ár noyðist eg, eftirsum eg fái gestir leygardagin.
Hvørjar páskatraditiónir hevur tú?
Havi ikki páskatraditiónir sum so. Men hvørt ár undan páskum, hyggi eg eftir um handlarnir hava Cadbury krem-egg. Havi ikki funnið nakað í ár. Plagi eisini at lurta eftir rockoperuni Jesus Christ Superstar onkran av páskadøgunum.
Hvat er tín yndis páskamatur?
Hettar er eitt sindur tengt til undanfarna spurning. Eg plagi at steikja eitt feskt tjógv páskadag - og hita restirnar upp 2. páskadag.
Hvat er títt besta páskaminni?
Tjaee - Tað má vera frá barndóminum, tá vit sótu við køksborðið og málaðu páskaregg. Minnist eisini okkurt árið tá eg og Signar bróður bygdu høsnagarðar burtur úr skógvaeskjum, til hesar ullintu gulu høsnarungarnar man fekk við páskareggunum.