Mini Cooper - nútímans bilur í gomlum stíli

Tá BMW seldi Rover, vildu teir ikki av við Mini. Tað vísir seg at áhugin fyri bilinum er størstur millum tey sum vuksu upp tá Minibilarnir vóru uppá sítt besta

 

Nýggi Mini er nakað størri enn tann upprunaligi. Hóast talan er um ein nútímans bil, hava teir nógv til felags, bæði uttan og innan. Mini Cooper er ein dýrur bilur, sum í Danmark kostar umleið 275.000 krónur. Bilurin verður ikki keyptur orsakað av at hann er sera rúmligur ella praktiskur, men av teimum sum ynskja sær ein annarleiðis bil. Eisini fleiri av teimum sum vuksu upp tá Minibilarnir vóru uppá sítt besta, hava stóran áhuga í bilinum.

Vekjur ans

Allar útgávurnar hava 1,6 ltr. 16V motorar í ymiskum støddum. Mini hava 90 hk, Mini Cooper hava 115 hk og Cooper S hava 163 hk. Sum í gomlum døgum er ferðmátarin í miðuni á instrumentborðinum og snúningsteljara á rattstammuni. Bilurin sær gott út og vekjur ans har hann kemur. Fyrsti Mini kom í 1959, og varð á marknaðinum í 40 ár.