Fyri fjórðu ferð verður álmanakkin "Minn meg á" givin út, og inniheldur hann nógv hent í gerandisdegnum. Álmanakkin er vorðin sera væl umtóktur serliga millum skúlaungdómar, og tað er Annfinnur Zachariassen, sum hevur fingið hugskotið til útgávuna.
Álmanakkin er frá juli 2001 til juni 2002, og kostar hann 55 krónur, har Barnahjálpargrunnurin fær 5 kr. av hvørjum eintaki. 146 síður eru í "Minn meg á" álmanakkanum, hann er á A5 stødd, og spiralbinding er eisini á álmanakkanum.
Inniheldur nógv
Í álmannakkanum er mánaðaryvirlit, ein vika er á hvørji opnu, navnayvirlit, heimasíður, teldupostur, minnisdagar, minnisblað, postnummar í Føroyum, og so eru 29 orðatøk prentað niðast á hvørji síðu.
Anker Eli Petersen hevur gjørt permumyndina, Einars Prent hevur staðið fyri at prenta og bundið inn, meðan Sune Joensen hevur rættlisið. Poul Hansen hevur lagt til rættis at fáa álmanakkan útgivnan, og hugskotið til júst útgivna "Minn meg á" álmanakkan eigur Annfinnur Zachariassen.