Arbeiðsloysið í Svøríki minkaði fyrr í summar. Tey seinastu tølini vísa, at í juli var arbeiðsloysið 8 prosent samanborið við 9,5 prosent mánaðin frammanundan. Tað merkir, at 415.000 sviar vóru arbeiðsleysir í juli, og tað er á leið tað sama sum í juli í fjør.
Teir seinastu mánaðirnar hevur framgongd verið í svenska vinnulívinum, og tær seinastu metingarnar hjá myndugleikunum siga, at bruttotjóðarframleiðslan fer at veksa 4,5 prosent í ár og aftur 4,0 prosent næsta ár.
Tey nýggju tølini verða uttan iva umrøðuevni í valstríðnum upp undir svenska ríkisdagsvalið, sum verður tann 19. september. Meiningakanningar hava víst, at tað er at kalla javnt millum ta borgarligu stjórnarsamgonguna og andstøðuna.