Minni búskaparvøkstur enn væntað

Stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Christine Lagarde, ávarar nú um, at búskaparvøksturin í heiminum verður minni í ár enn fyrr mett. Tað stendur at lesa í einari forsøgn, sum grunnurin fer at almannakunngera um stutta tíð. Sjálv vil Christine Lagarde ikki siga so nógv um innihaldið í forsøgnini nú.

-Eg kann siga so mikið, at tað er væl minni ferð á heimsbúskapinum nú enn fyri bara trimum mánaðum síðani, sigur IMF-stjórin, sum er á einari búskaparráðstevnu í Tokyo.

IMF segði í apríl, at vøksturin í heimsbúskapinum verður 3,5 prosent í ár. Christine Lagarde vil ikki siga, hvat tann nýggja metingin sigur, men hon staðfestir, at vøksturin verður væl minni enn mett í apríl.

Í gjár lækkaðu Evropeiski Miðbankin, Kina og Bretland rentuna fyri at gera tað bíligari at taka lán og at fáa ferð á búskapin.