Tað sær út til, at lønirnar og skattaafríu ágóðarnir, tingfólk fáa, koma rættiliga á breddan næstu tíðin John Johannessen, politiskur formaður Javnaðarfloksins, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at lækka ferðastuðulin til tingfólk.
Hetta upplýsti hann í Løgtinginum beint nú.
Hann hevur fyrireikað uppskotið eina tíð, men málið kom rættiliga fram í almenninginum, tá ið
Sosialurin mánadagin vísti á, at koyripengarnir hjá tingfólki fyri at koyra ímillum heim og arbeiði, eru nógvar ferðir hægri enn tilsvarandi koyripengar hjá øðrum fólki.
Men nú sigur John Johannessen, at hann hevur skrivað eitt uppskot um at lækka koyripengarnar hjá løgtingslimum og hann legði afturat, at hann fer at leggja tað fyri tingið fyrsta dagin.
Í hesum sambandi spurdi hann beinleiðis Kára P. Højgaard, tingmann fyri Sjálvstýrisflokkin, um hann kundi vænta sær stuðul frá honum til uppskotið.
Fyrrverandi formaður Sjálvstýrisfloksins svaraði aftur, at tekur John Johannessen undir við einum uppskoti um at lækka lønirnar hjá tingfólki 5%, skal hann eisini taka undir við at lækka koyripengarnar, so at tað samsvarar tí, sum vanlig fólk fáa fyri at ferðast ímillum heim og arbeiði