Flogfeløgini, sum reka ferðafólkaflutning millum Føroyar og útheimin, eru farin at brúka nýggjan avrokningarhátt mótvegis teimum ferðaskrivstovum, sum selja ferðaseðlar til flogførini.
Eftir nýggjari skipan, sum kom í gildi tann 1. august, er álagt ferðaskrivstovunum sjálvum at ásetta avgreiðslugjaldið, sum tikið verður fyri at avgreiða flogferðaseðlarnar.
Flogfeløgini hava sjálvi ásett sær eina ómaksløn upp á kr, 220,- fyri hvønn ferðaseðil millum Føroyar og Danmark, og tað hevur so av sær sjálvum gjørt, at ferðaskrivstovurnar eisini hava ásett sama tal, sigur Dánjal Poulsen, stjóri á ferðaskrivstovuni Faroe Travel.
Hetta talið er kortini so lágt, at tað ber illa til at liva av tí, vísir hann á. Hann vísir til ein kanning, sum gjørd er av líknandi gjøldum í Europa. Hendan kanning vísir, at tað kostar í meðal kr, 260,- at avgreiða ein ferðaseil, sigur Dánjal Poulsen.
Í hendan kostnað heingir hann alt, sum hevur við útreiðslur hjá skrivstovuni at gera yvirhøvur. So sum húsaleigu, arbeiðsløn, ljós og hita og ikki minst telefonútreiðslur. Eitt nú hava feløgini dýrar on-line skipanir, har teldusamband alla tíðina er um allan heim, soleiðis at til ber at sita í Føroyum og booka ferðaseðlar til flogfør millum Vanuatu og Tonga nær tað skal vera.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, sigur, at fyrr var mannagongdin tann, at flogfeløgini lótu ferðskrivstovurnar selja ferðaseðlarnar fyri ein bruttoprís, og síðan var avroknað við átta prosentum til skrivstovuna.
Í dag verður tað gjørt soleiðis, at ein nettoprísur er ásettur, og síðan verður latið ferðaskrivstovuni til sjálv at áseta sítt ómaksgjald. Hetta avgreiðslugjald hevur Atlantsflog so ásett til at vera kr, 220,-.
Flogfelag Føroya er ein av ferðskrivstovunum, sum selir ferðaseðlar fyri bæði Atlantsflog og Maersk Air.
Marita Danielsen á Flogfelagnum, upplýsir, at har verða tiknar kr, 220,- í avgreiðslugjaldi fyri ferðaseðlar, sum seldir verða millum Froyar og Danmark. Selir Flogfelagið so ein ferðaseðil við eitt nú Maersk Air millum Danmark og London, verða tiknar kr, 150,- í avgreiðslugjaldi fyri tann seðilin.
Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air, váttar, at ymiskir prísir eru á avgreislugjøldunum millum Føroyar og Danmark og Danmark og restina av Europa. Men hann avvísir púra avgjørdur, at avtala er gjørd millum flogfeløgini á Føroyarutuni um tað.
?Grundarlagið undir prísinum er kostnaðurin á ferðaseðlunum, greiðir Keld Mosgaard frá. Vit hava tikið ein mðalprís fyri allar ferðaseðlar á Føroyarutuni. Tað vil siga vanligum ferðaseðlum, APEX-, vikuskiftis- barnaferðaseðlum og hvat nú er, og út frá tí roknað okkum fram til hetta talið, sigur hann.
At tað er bíligari at avgreiða ein ferðaseðil úti í Europa enn til Føroyar kemst av ferðaseðlaprísinum. Prísurin er lægri aðrastaðni, og tí verður prosentvísa avgjaldið eisini lægri.
Spurdur um tað so ikki eisini bar til at ferðast bíligari millum Froyar og Danmark, svarar Keld Mosgaard Christensen, at tað eru flogfeløgini ikki einsamøll um at gera av. Allir prísir skulu góðkennast av Ferðslumálaráðnum, og hesir, sum nú eru galdandi, eru teir, sum Ferðslumálaráðið nú hevur góðkent.