Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Føroyum fer spakuliga í ein eystan. Mánanáttina kemur væntandi eitt nýtt lágtrýst móti Føroyum av suðri og frá týsdegnum fer køld luft at blása oman yvir Føroyar av norðri.
Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s av vestri og útnyringi, men seinnapartin makan hann spakuliga vindin og sunnunáttina verður einans gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Alt samdøgrið yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 8 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 7 m/s, sum snarar í ein eystan og øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 4 og 8 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av eystri, 13 til 18 m/s, men snarar út á náttina í ein landsynningi og minkar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av suðri og hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin verður vindur av ymsum ættum, upp í 10 m/s, men um náttina sum frá andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og fyrst regn, seinni nøkur æl. Hitin millum 3 og 8 stig.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, eitt bil upp í skrið, 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 3 og 8 stig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 og 7 stig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður og hitin millum 2 og 7 stig.