Minningarhald fyri skiparan á Goðanes

Sum vit greiddu frá í næstseinasta viku­skiftisblaðnum var sunnudagin 24. juni á Strondum hildið minningarhald fyri skiparan á Goðanes, Petur Hafstein Sigurðs­son, sum doyði, tá ið skipið sigldi á Flesjar­nar fyri 50 árum síð­ani, tann 2. januar 1957

Í hesum sambandi vóru gestir komnir úr Íslandi. Fyrst og fremst var tað sonur skiparan, Kristinn Petursson. Hann verður 51 ár tann 20. juli og hevur tí ikki verið hálvt ára gamal, tá ið hann misti pápan. Mamman giftist seinni til Reykja­víkar og fekk har fýra børn afturat. Kristinn varð verandi hjá omm­uni og abbanum í Neskaupstaði, har hann býr enn. Hann gjørdist trolara­maður eins og pápin og hevur verið fiskimaður alt lívið.

Síðan var tað beiggi skiparan Birgir Sigurðsson saman við konu síni Guðriður Elisa. Birgir er 77 ára gamal. Hann er eisini ein royndur trolaraskipari og var til skips, inntil hann var 70 ára gamal. Hann hevur somuleiðis upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann var skipari á fyrsta sinni við trolaranum Gerpi í 1959. Teir vóru á veg til New Foundland og sigldu fram við Kappanum í sama illveðrinum, tá ið Hans Hedtoft gekk burtur. Teir fingu ein sjógv, sum gjørdi skaða á brúnni, men teir kundu tó halda áfram.

Tað var í hesum sama illveðri­num, at íslendski trolarin Juli koppaði og sakk. 30 mans, teir nógvu av Hafnarfjørðinum, fórust.

Gerpur var tann trolarin, sum Bæjarútgerðin í Neskaupstaði útvegaði sær sum nýbygning fyri Egill Rauða, sum fórst í 1955.

Birgir hevði verið við Goðanes beint frammanundan. Hann sigur, at ætlanin var at Goðanes skuldi fara úr Føroyum til Reykjavíkar, har fasti skiparin skuldi koma umborð.

Birgir hevur siglt saman við nógvum føroyskum fiskimonn­um, sum hann gevur besta skoðs­mál. Hann kendi eisini nógvar av teimum gomlu føroysku trolaraskiparunum sum Hans Paula og Kaj Johannesen.

Kona Birgir, Guðriður, er av føroyskari ætt. Abbi hennara var Jógvan Hjelm úr Vági, pápa­beiggi kenda skiparan Thorvald Hjelm.

Við á ferðini vóru eisini fýra børn hjá Birgiri: Karl Johann við konuni Maria, Sigurður, Helena og Pétur Hafsteinn við konuni Sigurborg. Petur er uppkallaður eftir pápabeiggjanum. Tað vóru annars nógvir dreingir, sum vórðu uppkallaðir eftir honum aftan á vanlukkuna.

Karl Johann er heilt væl kend­ur í Føroyum. Sum ungur var hann saman við Mariu eitt ár í Føroyum, og arbeiddi hann á skipasmiðjuni á Skála. Tey kendu væl Margit og John Rasmussen á Strondum, sum nærmast vóru sum foreldur fyri teimum í Føroyum, ung sum tey vóru. Tað var eisini John, sum hevði fyrireikað minningarhaldið. Maria og Karl Jóhann duga heilt væl at tosa føroyskt. Hann er rakstrarstjóri fyri skipini hjá Sildarvinnsluni á Neskapustaði, sum er stóra arbeiðsplássið í býnum, har tað búgva um 1600 fólk. Umframt skip hava teir eisini fiskavirki á landi, og sum navnið sigur, eisini virking av sild. Í 2002 hevði FF-blaðið eina grein um Karl Johann, og kann hon finnast á heimasíðuni: fiskimannafelag.fo, gamla heimasíðan blað nr. 278. Í hesi grein segði Karl Jóhann seg hava sera gott álit á Tórshavnar Skipasmiðju, hagar hann mangan sendi skip til umvælingar. Hetta álit hevur hann enn, og framvegis koma skip hjá Sildarvinnsluni higar á skipasmiðju.

Minningarhaldið

Tað fyrsta íslendingnarnir gjørdu, tá ið teir komu til Føroyar leygardagin, var at fara við báti út á Flesjarnar, har blómur vóru lagdar á sjógvin til minnis um hann, sum fekk sína vátu grøv her. Hetta varð gjørt umborð á trolaranum Gorm hjá Rodmundi Nielsen. Zacharias Zachariassen var skipari á túrinum. Tikið varð til, hvussu væl gestirnir vóru móttiknir umborð.

Minningarhaldið byrjaði við gudstænastu í Sjóvar Kirkju kl. 11, har tað var fitt av fólki. Jógvan Fríðriksson talaði, og teksturin var um tann burturvilsta sonin. Hann kom eisini inn á hesa vanlukku, og tók annars til ta eftir hansara meting góðu frásøgn um hendingina, sum var í Sosialinum.

Karl Johann segði nøkur orð vegna familjuna hjá skiparanum.

Minningarhaldið við minnis­varðan var kl. 15. Her var rætti­liga nógv av fólki. Íslendska sendistovan var umboðað, og tað var komin ein onnur íslendsk umboðan, nevniliga 15 motor­súklur úr Vestmannaoyggjum við manning, har teir flestu vóru sjómenn.

Her vóru eisini menn, sum høvdu verið við Goðanes. Tað vóru sjey føroyingar umborð. Av hesum livir bert ein eftir, og tað er Kaj Johannesen, ættaður úr Fuglafirði, búsettur í Havn. Hann minnist hendingarnar, júst sum tað er greitt frá teimum í Sosialinum. Sjálvur var hann staddur har afturi á skipunum, tá ið tað brast. Hann var alla tíðina ræddur fyri, at skipið fór at koppa, tí aldan lá beint inn á síðuna.

Kaj minnist skiparan sum ein fittan og raskan mann, og fyri hann, sum fyri allar hinar, var tað ein hvøkkur, at skiparin skuldi farast.

Kaj fór beinanvegin til skips aftur, og tá fór hann við Gerpi, har Birgir Sigurðsson tá var stýrimaður.

Bjargaði fjarritaranum

Hjalmar Olsen var eisini við til minningarhaldið. Hann var ein av teimum 14 føroyingunum, sum Goðanes var komin heim eftir, og sum bíðaði eftir, at skipið skuldi koma eftir teimum.

Hjalmar var eisini við í bjargingararbeiðinum umborð á einum av teimum smáu bátunum á leiðini. Hann greiðir frá, at tá ið seks mans vóru eftir umborð, brotnaði Goðanes um tvøran, og teir, sum eftir vóru umborð, lupu í havið. Teir komu rekandi eftir eini linju og vórðu tiknir upp av tveimum bátum. Annar báturin var tann, sum Hjalmar var við. Teir tóku tveir mans upp, og annar av teimum var fjarritarin, sum var seinasti maður av skipi­num í lívi, og hin var føroy­ingurin Andreas Hilduberg. Ein annar bátur tók hinar tríggjar. Einki sást til skiparan, men tað sigst, at hann hevði als ikki bjarg­ingarbelti. Sítt egna belti hevði hann latið einum øðrum av mann­ingini, sum einki belti hevði.

Hjalmar sigur, at tað var í tank­u­num, um tað hevði borið til at lagt at Goðanes við einum deks­báti, so menninir kundu koma beinleiðis av skipinum umborð. Men tað kann bert vera speku­la­tiónir, um hetta hevði verið nøkur loysn.

Jacob Davidsen búði í Æðuvík tá, hann var eisini ein av teim­um, sum bíðaðu eftir at koma umborð. Hann sá úr Æðuvík Goða­nes fara suður eftir á veg inn á Skálafjørðin, so hann gjørdi seg beinanvegin kláran at fara um­borð. Hann var staddur á Toft­um, og hann sá so frægt, sum tað kundi síggjast í myrkrinum, at Goða­nes sigldi á Flesjarnar. Hann saman við øðrum fór bein­an­vegin umborð á ein deks­bát, teir fóru yvir til Goðanes, men tað var ikki nógv teir sum so kundu gera, og teir fóru aftur í havn.

Jacob fór beinanvegin aftur til Íslands. Hann kom at sigla sam­an við fasta skiparan á Goða­nes, sum var heima lagnutúrin. Fyrst vóru teir við einum trolbáti, síð­an fóru teir við trolaranum Brim­nes.

Hilmar Kass var við Sjófari­num, sum var ein 40-tonsari. Hilmar tekur til, hvussu stóran innsats teir smærru bátarnir gjørdu. Teir kundu jú taka menninar úr bjargingarstólunum so hvørt, og lætti hetta nógv um bjargingararbeiðið. Hilmar minnist eina ferð hann sá ljós á brúnni, og hetta var í somu løtu, sum skipið brotnaði.

Annars taka fólk á uttara arminum á Skálafjørðinum til, hvussu væl tey minnast hesa hending. Á Strondum kundu nógv standa í vindeyganum og fylgja við bjargingararbeiðinum, og tey kundu hoyra hvussu skipini tosaðu sínámillum.

Við til minningarhaldið vóru eisini aðrir, sum frammanundan høvdu verið við Goðanes. Ein av hesum var 95 ára gamli Dávur í Tjørnuvík. Ein annar var Rudolf á Selatrað.

Minningarhaldið

Sjálvt minningarhaldið var hátíð­ar­ligt, og tað gekk fyri seg á ís­lendsk­­um við Hera Joensen presti, sum hevur lisið í Íslandi og ann­ars eisini hevur íslendska konu.

Í stuttari røðu vísti hann á lagnu­felagsskapin hjá íslend­ingum og føroyingum, har báðar tjóðirnar hava livað av tí, sum havið gevur, og sum eisini máttu lata, tá ið havið tók.

Minnissteinurin varð avdúk­aður av soni og beiggja skiparan, og aftaná vóru blómur lagdar.

Seinast takkaði Karl Johann Birgisson vegna íslendsku luttakararnar fyri luttøkuna.

Tað kom týðuliga fram undir minningarhaldinum, at íslend­ingarnir eru fegnir um, at teir nú hava eitt stað, har familjan kann minnst Petur, og sum teir kunnu koma aftur til.

Hetta er sama kensla, sum føroyingar hava havt, tá ið teir hava verið í tilsvarandi ørindum í Íslandi.

Aftaná løtuna við minnis­varð­an varð boðið til ein drekkamunn í missiónshúsinum á Strondum, har sjómanskvinnuringurin skipaði fyri.

Akker og hurðar av Goðanes

Mikudagin vitjaði íslendska ferðalagið Froskmannafelagið, sum hevur í varðveitslu tvær hurðar av Goðanes, sum kavarar hava bjargað. Birgir helt heilt vist, at onnur hurðin var av brúnni. Heri Andreassen hevur verið við at kava niður til vrakið. Hann sigur, at tað er nærum einki eftir av tí.

Sagt hevur verið, at akkerið, sum liggur beint yvirav gamla Sjómansheiminim skal vera av Goðanes. Ivi hevur verið reistur, um hetta er so. Men søgan hjá Edvard Kjeld er tann, at hann sjálvur fyrst í 1980-unum tók akkerið upp úr vrakinum av Goðanes. Hetta hevur verið eitt eykaakker, sum lá undir bakkanum. Stokkurin var úrtikin, so akkerið skuldi fylla sum minst. Hann er so settur í, soleiðis sum akkerið sæst á grundini hjá Perluni. Hetta akker sá ferðalagið eisini.

Tað fekk eisini høvi til at síggja Thorshavn, sum var eitt av teimum skipum, sum var við í bjargingini.

Bjargingingarfeløg stovnað

Vanlukkan við Goðanes sann­førdi øll í Føroyum um, at vit vóru sera illa tilbúgvin, tá ið ein slík vanlukka hendi. Her mátti okkurt gerast, tað varð eisini gjørt beinanvegin. Frá íslendska bjargingarfelagnum fekst sum gáva til Føroya Fiskimannafelag ein fullfíggjað bjargingarútgerð.

Tann 30. januar skipaði Lands­felagskapurin Fiskivinnuni til Frama fyri fyrsta fundinum at fyrireika eitt bjargingarfelag. Til staðar vóru Jákup í Jákupsstovu, skrivari í FF, Jóannes Rasmus­sen, jarðfrøðingur, Jóhan K. Joensen, skrivari í reiðarafelag­num, Pauli Dahl, yvirlækni, Dánjal J. Joensen, sjómans­skúlastjóri og Hans A. Djurhuus, skipari.

Stovnandi aðalfundur av Havnar Bjargingarfelag varð hildin 21. februar, har 80 fólk vóru á fundi. Pauli Dahl var fundarstjóri. Í fyrstu nevndini komu Jákup í Jákupsstovu, Dánjal J. Joensen, Hans A. Djur­huus, Rubek Rubeksen, sum var skipari á Róki undir bjargingini av Goðanes og S E Jespersen, fjarritari, sum helst eisini hevur havt sín leiklut á Tórshavn Radio.

Virðiligt minningarhald

Íslendsku gestirnir fór aftur til Íslands við Norrønu mikudagin. Teir eru samdir um, at minningar­haldið fyri skiparan á Goðanes var virðiligt, og tey eru fegin um, at skiparin á Goðanes, Petur Hafstein, hevur fingið reist eitt minni í Føroyum.

Hetta minningarhald kann eisini sigast at vera ein góð ímynd av góðu viðurskiftunum millum føroyingar og íslendingar.