Hóast eg væl visti, at Anker hevði verið rættiliga sjúkur ta seinastu tíðina, fekk eg ein rættiligan hvøkk, tá eg fekk at vita, at hann var farin, ikki vardi meg, at tað skuldi henda so knapliga, nú hann kendi seg betur, eftir at hava verið innlagdur á Landssjúkrahúsið í nakrar dagar. Tað er torført at ímynda sær, at hann ikki er ímillum okkum longur, tómrúmið er ásýniligt, og saknurin er stórur, fyrst og fremst sjálvandi hjá Rosu, børnunum og abbabørnunum, men eisini hjá okkum øðrum, sum kendu hann og á ymsar mátar høvdu eitt tilknýti til hansara, tí øll vistu vit, at Anker, ja, hann var har, sum hann átti at vera, og hóast tað var ótilvitað, varð hann altíð sjónligur, har hann var, og dugdi at verða skemtingarsamur á sín egna, sermerkta hátt.
Anker var rituvíkingur, sonur Marius og Katrinu Petersen, bæði sonn skilafólk í orðsins rætta týdningi. At Anker var stoltur av sínum uppruna, duldi hann ongantíð fyri. Hann var bersøgin maður og var ikki bangin fyri at siga sínar meiningar bart út og at kalla lutirnar við sínum rætta navni. Hetta kundi stundum fella onkrum fyri brósti, men aftur fyri kundi tú verða vísur í, at tú visti, hvar tú hevði hann, har var einki fals, einki, ið varð krógvað undir borðinum. Soleiðis var Anker, og eg komi í hesum sambandi at hugsa um orðatakið, ið sigur, at tað, sum tú ikki vilt hoyra frá tínum vinum, mást tú hoyra frá tínum óvinum.
Eg minnist væl, fyrstu ferð, eg sá Anker, mundi vera eini 8-9 ára gamal. Tað var eitt kvøldið, eg kom heim, at eg sá Rosu standa uttan fyri húsini undir liðini á einum heldur høgum, breiðvaksnum manni í yvirfrakka og hatti. Ein hábærsligur maður, ið hesin smádrongurin alt fyri eitt fekk virðing fyri, ein virðing, ið ikki gjørdist minni, tá hann seinni, eftir at verða blivin meira húsvandur í heiminum hjá okkum, við hvørt plagdi at koma á motorsyklu. Eisini minnist ein dagin nøkur ár seinni, tá hann kom at biðja meg hjálpa sær við onkrum í húsunum, sum hann tá var í ferð við at byggja, hvussu stoltur eg gjørdist av, at hann metti mína hjálp verða verda at biða um.
Mong ár seinni, tá Anker aftan á eitt langt tíðarskeið á sjónum, legðist upp á land, gjørdust vit báðir arbeiðsfelagar, og hetta er annað av teimum báðum tíðarskeiðum, eg kom at kenna hann serliga væl. Í hesum arbeiðinum kom hann at ferðast nógv út til tey ymsu arbeiðsplássini, og hann gjørdist skjótt ein føst mynd í tí dagliga virkseminum, eitt slag av felagsnevnara fyri øll arbeiðsplássini, sum ofta vóru spjødd víða um. Arbeiðssamur var hann sum fáur, vildi hava arbeiðið frá hondini bæði skjótt og brátt, onkur mundi halda hann vera í so framfýsnan við hvørt, tá hann hevði hug til at hurta undir, um hann helt tað ganga ov seint fyri seg. Men mangan mundi Anker vera hentur, tá okkurt væntaði, ella amboð og tilfar skuldi flytast ímillum, og ikki var altíð so gott, um ikki fekst fatur á honum, tí hann var upptikin aðra staðni.
Tað seinna tíðaskeiðið, tá vit báðir komu at hava eitt serligt samband við hvønn annan, vóru tey árini, tá hann saman við Rosu tók sær so væl av mammu, eftir at hon var blivin so veik, at hon mátti hava onkran at verða um seg. Tá vísti Anker sítt sanna hjartalag, og ongantíð gloymi eg, hvussu góður hann var við hana, og tað tolsemi, hann sýndi henni. Vit systkini koma altíð at minnast Anker hetta við takksemi, at hann á henda hátt var við til at lætta um hjá mammu, tey seinastu árini, hon livdi, og ikki minst hetta: at uppfylla hennara stóra ynski um at kunna verða verandi hjá einum av sínum børnum. Hesa tíðina fekk eg mangt prátið við Anker, tá eg støkk inn á gólvið, og nú aftaná kennist tað, sum at tá kom eg veruliga at kenna hansara trúfesti og hjartagóðsku, eginleikar, ið hann á ongan hátt royndi at rósa sær av ella at gera sjónligar, men tvørtur ímóti vildi gera so lítið burturúr, sum gjørligt. Hesi minnini liva, og tí brúkti Anker lív sítt væl.
Nú okkara stutta summar er í hondum, er Anker farin inn í ævinleikan, har altíð er summar. Hvíl í friði.
Kristian