Minningarorð um Biritu Mohr fødd 22/9-89 deyð 6/5-2000

Góða Birita


Tað er so ógvuliga svárt at seta seg niður at skriva minningarorð um teg, tú, sum eigur at vera ímillum okkum. Hevði tú verið á lívi í dag, so hevði dagurin í dag 22. septembur verið tín føðingardagur, og tú hevði ivaleyst hildið føðingardagin fyri øllum tínum floksfeløgum. Men í ár mugu vit so halda tín føðingardag uttan teg, og hetta verður ógvuliga tungt.

Tú vart bert trý ár, tá ið eg kom at kenna teg. Mamma tín var deyð, og tað var pápi mín eisini, so at pápi tín og mamma mín funnu saman. Ì byrjanini var alt ikki so gott, tí at ein so stór broyting í lívinum er ikki so nemm at takla, men tá ið ein tíð var farin, bleiv alt gott, og vit funnu væl útav tí. Tá ið vit fingu eina lítla systir, vóru vit ógvuliga glað, og so hildu vit, at nú fór alt at vera gott, men so var ikki.


Altíð hevði tú okkurt at takast við Birita, og tú strálaði sum ein sól hvønn dag. Har sum tú vart, vóru allar vinkonurnar, hetta kom av, at tú altíð vart blíð, og visti altíð okkurt at gera. Skótalívið dámdi tær væl, og tú vart ein sera íðin skóti. Um summarið, tá ið sólin skein, fóru vit niðan við ánni og niðan í ein hyl, sum har lá, og tað vardi ikki leingi, fyrrenn tú vart útií og svam.


Tú Birita, sum av øllum skuldi doyggja, er slett ikki til at fata, og tað klári eg heldur ikki at fata tann dag í dag. Tú fekk influensu, men hvat var tað at vera bangin fyri ? Tað er jú so vanligt at fáa influensu, so at vit gjørdust ikki bangin, tá ið tú bleivst sjúk. Tú bleivst løgd inn á sjúkrahúsið, tá ið tú bleivst sjúkari, og har doyði tú so ein dag aftaná. Tú hevði fingið virus í hjartað. Hetta var rættuliga óvanligt, og læknarnir kundu einki gera við tað.

Tá ið boðini komu um, at tú ikki longur vart ímillum okkum, fekk eg sjokk, og fekk næstan ikki staðið á mínum egnu beinum fyri sorg. Hetta var ringasti dagur í lívi mínum. Hvør hevði væntað tað, at tú kundi doyggja, tú sum altíð vart full av lívi og sum næstan aldrin var sjúk. Pínan, eftir at tú ikki ert ímillum okkum meira, er størri enn nøkur pína kann vera. Eg spyrji næstan hvønn dag, hvussu tað ber til, at akkurát tú skuldi fara frá okkum, men sjálvandi fáa vit ikki svar uppá henda spurning.


Tú hevur altíð verið ein góð systir, sum eg elskaði sera høgt, og mær leingist ógvuliga illa eftir tær. Tað gongur ikki ein dagur her í húsinum hjá okkum, har ið vit ikki hugsa um teg, Birita. Tú ert í huga og hjørtum okkara bæði dag og kvøld, og tað fert tú eisini altíð at vera. Sjálvt um tað virkar sum stutt tíð, síðan tú fórt frá okkum, eru tað heilir 4 mánaðir síðan, og tað er slett ikki til at fata. Fólk halda kanska, at vit næstan eru komin yvir teg Birita, men har fara tey skeiv. Fyri hvønn dag sum gongur, leingist mær meira og meira eftir tær, og sorgin veksur alsamt. Men ein dag so fara vit at hyggja aftureftir við sorgblídni.


Eisini skal eg heilsa frá systir tíni Duritu, sum eisini saknar teg ræðuliga nógv, og sum ongantíð fer at gloyma teg.


Heilsan

systir tín Hildigarð