<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pápin var av bestu fiskimonnum, og mamman tók sær av øllum heima, og sigur tað ikki so lítið, tá hugsa verður um, hvat skuldi gerast heima, tá í tíðini, og gav hon børnunum ein tryggan uppvøkstur, harafturat arbeiddi hon í saltfiski. Systkini vóru 10 í tali, og eru nú bert 2 systkin eftir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Maðurin Poul var ættaður úr Mykinesi, so tey vitjaðu ofta til Mykinesar, har tey høvdu mangar góðar løtur, og tað sama kann sigast um okkum onnur, sum vóru og vitjaðu tey har. Elilja og Poul vóru sera nær knýtt, so tað má sigast, at tað var ein dyggur smeitur fyri hana, tá Poul andaðist. Tey fingu eingi børn, men tey tóku systursonin Jákup til sín, sum sín egna son. Hon var sera nær knýtt at Jákup og familjuni hjá honum, og tey vóru ein dyggur stuðul hjá henni, nú hon gjørdist óhjálpin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sum heilt ung byrjaði Elilja at arbeiða í saltfiski. Ì nøkur ár arbeiddi hon á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hevði hon sera góð evni at arbeiða á hesum øki, men tíverri bleiv hetta ikki hennara lívsleið, tí tá í tíðini var tað fyri tað mesta synirnir ið lærdu. Hon kom so aftur í heimbygdina at arbeiða í krambúð. Seinastu árini, áðrenn hon mátti gevast at arbeiða orsakað av heilsuávum, arbeiddi hon á flakavirkinum í Sørvági.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sum eldri settist hon ikki hendur í favn, men fór at luttaka í ymsum tiltøkum hjá pensionistafelagnum, og hevði hon stóra gleði av hesum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tað sum eyðkendi Elilju var arbeiðssemi bæði úti og heima, og hon hevði handalag til mangt og hvat, og kom hetta mongum væl við. Elilja var sera barnavinarlig, so vit systkinabørn og børn okkara hava notið gott av henni.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Um ein var staddur í Sørvági, so hevði ein ringa samvitsku, um ein ikki hevði stundir at vitja Elilju, og tá ein vitjaði inn á gólvið hjá henni, var ein sera hjartaliga væl móttikin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tá hon bleiv millum tey fáu systkini, ið eftir vóru, trein hon inn í teirra stað í familjuni og átók sær teirra umsorgan við sínum hjartaliga sinnalag.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nú Elilja er farin eru bert góð minnir eftir hana, og vit sum stóðu henni næst minnast hana við takksemi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Elmar við familju