Minningarorð um elskaðu konu, mammu, vermammu og ommu okkara

f. 27. decembur 1948 - d. 31. august 2003

Saknið tungan harmin vekur
at so dátt vit mistu teg,
Harrin gevur, Harrin tekur,
ei vit skilja Harrans veg;
ei á foldum finnist tann,
lívsinsgátu grunda kann;
Best sum sólin fagrast skínur,
deyðin inn um dyrnar trínur.

Hesi orð fingu vit av sonnun at sanna, tá tú so bráðliga var tikin frá okkum. Eftir sita vit spyrjandi við longsli og sorg í hjarta. Hví skuldi Várharra taka teg frá okkum nú, hví kundi tú ikki vera her hjá okkum longur? Svarið uppá hendan spurning fingu vit í kirkjuni, tá ið prestur helt andakt yvir tær; "Hennara stríð er at enda komið". Eftir sita vit við ugganum av hesum orðum, tú mátti sleppa heim til títt hvíldarstað, tí títt stríð var at enda komið og nú hevur tú enduliga fingið hvíld frá allari sjúku og sorg - og tað hevur tú so sannuliga uppiborið.
Líkamikið hvussu sjúk tú enn var ella hvussu stormar á teg leiktu, so hevði tú altíð tíð til okkum, og vart tú eisini altíð klár við eini hjálpandi hond. Altíð tókst tú øll onnur fram um teg sjálva, og líka mikið hvussu nógv varð lagt á tínar herðar, so gavst tú aldrin upp, men tolin stríddist tú ímóti øllum, sum var lagt á herðar tínar. Fáur man tann vera, sum hevur borið so nógv sum tú og hóast tað megna at kempa og yvurvunnið so nógv og samstundis haft yvirskot og orku til at ugga og troysta okkum onnur.
Saknurin er stórur eftur teg, og eitt tómrúm er nú eftir sum aldrin aftur verður fylt, tí eingin og einki kann taka títt pláss. Eftir hava vit minnini og tey eru mong og góð. Tú hevur sannuliga lært okkum aldrin at geva upp, tí vit fáa ikki meira at bera enn vit megna, tað er tó lættari sagt enn gjørt, men betur lærumeistara enn júst teg kundu vit aldrin fingið. Títt pláss er tómt, men ikki kalt. Vit vita at tú enduliga ert komin heim til tín einglaflokk, og tú vekir yvur okkum, eins og tú gjørdi her á fold.
Saknurin er eisini stórur hjá Niels og Karl, nú teir hava mist ommu sína, og tað er ikki lætt. Nógvir spurningar koma um hvar Nain-omma er, og um hon kemur aftur og hjá lítlum børnum er tað ikki lætt at skilja, eins og vit vaksnu ikki heldur skilja alt. Tú vart ein góð og kærleiksfull omma, sum altíð hevði tíð til tínar lítlu einglar - ofta gloymdi tú alt rundan um teg, og tað sást hvussu tú lívgaðist upp, tá ið Niels og Karl komu út til Sørvágs. Altíð vart tú klár at vera dadda og gleddi tú teg eisini nógv til at blíva omma aftur í januar, at tú ikki skuldi vera her og uppliva tað saman við okkum, droymdi eingin av okkum um, men tú hyggur stolt niður til okkara, tá tann dagur kemur.
Ja, ikki ert tú longur okkara millum, men tú ert farin heim til Várharra og heim til tey kæru, sum tú misti her á fold. Men vit vita, at vit aftur ein dag skulu hittast og tá vil hvørki sorg ella myrkur okkum raka.
Vit vilja siga tær takk fyri alt tú vart fyri okkum, takk fyri tín kærleika og takk fyri alt tú hevur lært okkum. - Vit síggjast aftur ein dag.

Kæra barnið, vit tær siga
várt farvæl á síðstu ferð,
uggast vit tó inniliga,
tú nú ein Guðs eingil er,
Sum til Guðs er komin heim
millum einglafjølda gleim,
har vit aftur skulu finnast
ævinliga har at ynnast.

Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minni um elskaðu konu, mammu, vermammu og ommu okkara.

Kalle, Annika og John - Heri
v/ familju