Minningarorð um Igga - Kristian Eirik Højgaard - f. 15.7.53, d. 13.8.98

? Minningarorð

Kristian Eirik, ella Iggi, sum vit vanliga róptu hann, var sonur Olgu og Samson Højgaard í Vestmanna. Sjálvt um farleiðin millum Vestmanna og Rituvík var drúgv og long, tá ið Iggi var smádrongur, var ikki sjáldan at vit sóust: Í Vestmanna, í hugnaliga heiminum hjá Samson og Olgu, ið altíð var nakað serligt at vitja. Ella at Iggi saman við systkjum og foreldrum komu til Rituvíkar at vitja abba og ommu har.

Iggi og eg vóru javngamlir, og hava spælt saman, siðan vit dugdu at ganga ? og eisini í vaksnamannaárum sæst av og á. Deyðsboðini um hann vóru tí tung at taka. Vit búðu eitt skifti saman í Lucas Debesargøtu, hjá Katrinu og Pola í Havn. Hetta var meðan vit gingu í skúla í Hoydølum. Sum so ofta var Iggi eisini her í ferð við okkurt spennandi og sjáldsamt. Eitt skifti galt tað um at konstruera rakett-motorar, m.a. við hydrazin sum brennievni. Einasta, ið restaði, var at fáa elektromagnetirnar at loysa rættstundis. - Frá hesum døgum og til hansara seinasta dag á lívi, galt um at arbeiða, finna loysnir, uppfinna. Hugflog og dugnaskapur hansara førdu hann sum tíðin leið inn í arkitektoniska heimin, har hann fann sítt lívsstarv. Kemur tú framat einum prýðiligum, bláum bygningi í Vesturbýnum í Havn, er talan um Blindaheimið, sum Iggi legði nógva arbeiðsorku í at tekna funktionelt og samstundis so vakurt sum gjørligt. Eitt annað stórverk hansara er t.d. hangar-bygningurin í Vága Floghavn. Í Danmørk var hann t.d. eisini við til at tekna Ítróttarparkina Nýggju í Keypmannahavn.

Sum Marjun Bæk prestur so væl segði tað í talu síni yvir Igga í Vestmanna Kirkju, so var Iggi eitt heilt menniskja og samvitskufullur um alt, ið hann lat úr hondum. Hann hevði nógvar dygdir og var bæði hugnaligur og stuttligur at vera saman við. Einhvør, ið hitti hann, kundi vera vísur at fáa okkurt serstakt upplivilsi saman við honum.

Iggi fekk saman við Heidi sonin Hjalgrím, ið var hansara eitt og alt. Eg minnist, hvussu stoltur hann alla tíðina hevur verið av honum. Eisini nú Iggi stríddi seg gjøgnum eina harða og langa sjúkralegu, hjálpti tað honum ómetaliga nógv, at Hjalgrím títt og ofta vitjaði hann, antin tað var í Danmark ella í Føroyum. »Verðins besti pápi«, segði Hjalgrím á síni seinastu heilsan til Igga - og hetta vóru vælvald orð.

At síggja og hoyra um, hvussu systkin hansara Una, Petur, Ólavur, Gunvør, Jórun, svágrar og svigarinnur, børn teirra, móðirin Olga, Heidi, Hjalgrím og onnur hava tikið sær av Igga dag og nátt hesi seinastu tvey árini, fyllir ein við gleði, takksemi, undran og stoltleika. Tað er torført at hugsa sær, at nakar ger tykkum hetta eftir. Takk fyri, at tit, saman við sjúkraverkinum annars, gjørdu líðingarnar hjá Igga lættari at bera.

Iggi kláraði at liva tveir dagar longri enn eina stórhending í lívi mínum. Eg eri vísur í, at hann eisini hevði sín lut í hesum við sínum stálsetta lívsvilja.

Hvíl í friði, góði Iggi, til vit síggjast aftur, har sjúka ikki kann níva meir. Enn einaferð kunnu vit sanna orðini hjá Kingo:


Sorrig og glæde, de vandre tilhobe,

lykke, ulykke de ganger på rad.

Medgang og modgang hinanden anråbe,

solskin og skyer de følges og ad.

Jorderigs guld er prægtig muld.

Himlen er ene af salighed fuld.