Mikudagin 20. mars andaðist Inga Falkvard Danberg bert 32 ára gomul.
Fýra dagar seinni varð Inga borin út úr Ebenezer, har ein tann størsta mannamúgvan tú hevur sæð til eina jarðarferð fylgdi Ingu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjan, vinir og øll tey mongu, sum høvdu eitthvørt tilknýti til Ingu, vóru henda dagin til eina stórsligna, rørandi og minniliga løtu, sum ongantíð verður gloymd.
Tær vantar orð, tá ið tú skalt bera einum vini, einum hondbóltsvini, sum tú hevur havt nært tilknýti til í mong ár, eina seinastu heilsan.
Tá ið gomul fólk fara, hava vit oftast natúrliga vant okkum við tankan. Vit hava avgreitt flestu viðurskifti við viðkomandi og góðtaka, at soleiðis eigur tað bara at vera. Men tá ið ung fólk fara, so kennist tað, sum vit ikki hava avgreitt alt við viðkomandi. Soleiðis er tað eisini við Ingu. Tað er so nógv, sum tú nú kundi hugsað tær at spurt og tosað við Ingu um, nógv sum vit ikki fingu tosað um og avgreitt í dag, men sum kundi bíða til ein annan dag. - Alt er bara so endaleyst.
Torført at venja seg við tankan ongantíð at síggja Ingu aftur, ongantíð at síggja hetta bersøgna, positiva og glaða menniskja aftur á hesari fold.
Kom at kenna Ingu - henda sjáldsama ágrýtna hondbóltsspælara - gjøgnum ítróttin.
Sum smágenta fekk Inga áhuga fyri ítrótti, og kom ítróttarlívið at verða ein stórur partur í lívi hennara. Hon var gentan, sum skjótt gjørdi seg galdandi í skúlaítróttardøgunum. Hon var sterk, rann skjótt, hoppaði høgt og langt og henni dámdi væl at kappast.
Inga royndi seg í fleiri ítróttargreinum, millum annað spældi hon flogbólt og fótbólt. Hennara dagliga starv kom eisini at hava samband við ítrótt, tí í mong ár arbeiddi hon í ítróttarhandli í Havn.
Men tað var í hondbóltinum í Neistanum, at nógv av okkum komu at kenna Ingu.
Hálvvaksin kom hon at spæla hondbólt í felag okkara. Hetta verður í dag mett at vera seint at byrja at íðka eina ítróttargrein, tá ið hugsað verður um tekniskan førleika í spælinum. Nú koma børn til minihondbólt, áðrenn tey fara í skúla.
Inga hevur vunnið mangt FM heitið í hondbólti - í gentum 16 ár, kvinnuunglingum og í 1. deild.
Inga var neistakvinna við stórum N, um tú kanst siga tað soleiðis. Umframt at ganga á odda í venjing og dystum, so sat hon við dómaraborðið og var til dystin fús, tá ið ymisk tiltøk skuldu fyriskipast.
Inga var bersøgin. Hon hoyrdist og sást, tá ið hon var í hallunum. Hon legði nógv í venjingina og kravdi nógv av sær sjálvari og viðspælarum í dystum. Tað var onkuntíð torført hjá teimum ungu spælarunum at venja seg við, tá ið Inga segði sína meining í dysti ella undir venjing. Inga meinti tað væl, tí hon visti, hvat kravdist, um neistaliðið skuldi náa oddin í 1. deild.
Soleiðis var Inga bara, og øll høvdu virðing fyri sterka liðskiparanum við gula liðskiparaarmbindinum um vinstra arm og 6 talinum á rygginum.
Hon byrjaði sum linjuspælari, men kom skjótt at spæla vinstri bakkur í verju og í álopi. Inga var ein av Føroya bestu verjuspælarum og hevði eitt hoppskot, sum var í serflokki, tá ið hon fekk tað at rigga, og sum mótstøðuliðini altíð máttu varða seg fyri.
Hon gekk í onkrum dysti mestsum ov nógv upp í spælið og var so spent, at tað gekk út yvir dygdina. Hon vildi altíð útinna eitt gott avrik, og tað sást á kropsburðinum, um Inga var nøgd ella ónøgd við seg sjálva.
Inga hevði ongar trupulleikar, tá ið hon skuldi skifta frá gerandisklæðunum og í 60 ára- ella mótaklæði, tá ið Neistin skipaði fyri onkrum tiltaki. Í skemti plagdu vit at siga við hana, at tað var so lætt hjá henni at fara upp á pallin, tí hon hevði viðfødda gongulagið til endamálið. Hetta dámdi henni lítið at hoyra.
Eftir eina skurðviðgerð í fjør vildi Inga so fegin koma aftur á 1. liðið í vetur. Hon fekk eftir skurðviðgerðina ikki høgra arm heilt at makka rætt, men eftir at hava spælt nakrar dystir í 2. deild gekk framá, og hon kom aftur á 1. liðið. Men løtan gjørdist stokkut, tí Inga spældi sín síðsta hondbóltsdyst í Vági 6. januar í ár.
Sorgin er stór í Neistanum, men nógv størri hjá familjuni. Vit vóna, at tit fáa stuðul í hesi sváru tíð. Eitt orðafelli, sum tikið verður til, ljóðar, at tá ið ein hurð verður latin aftur, syrgir Várharra altíð fyri, at eitt vindeyga verður latið upp. Gævi hetta orðafelli gerst veruleiki í sorgini.
Góða Inga. Tú hevði eitt so positivt lyndi, sum gjørdi teg til ein góðan hondbóltsspælara og gott menniskja. Komi at hugsa um nógvu samrøðurnar við teg um hondbólt og tað, sum tú eisini hevði áhuga í í frítíðini. Tú plagdi at siga frá hendingum í Mykinesi, eitt frípláss, sum tú hevði so stóran tokka til.
Vit takka tær fyri alt, sum tú gavst okkum í viðføri. Í Neistanum verður tú nógv saknað. Hvíli tú í fríði.
Vagnur