Minningarorð um John Nolsøe

f. 26. mars 1935 d. 3. apríl 2005

Góði John gubbi.
Sjálvt um eg eri ógvuliga kedd, so eri eg álíkavæl so glað fyri, at tú endiliga hevur fingið frið. Títt lív á hesi jørð var ikki lætt. Varð sjúkur í bestu árum og sjálvt um øll gjørdu sítt besta, fyri at tú skuldi hava tað gott, so var títt lív eitt stríð.
Tað verður mangan spurt, hvat meiningin er við lívinum, og ein kundi freistast at spyrja, hvat meiningin var við tínum lívi. Men eg ivist onga løtu í, at tað var ein meining. Uttan teg høvdu vit verið so nógv fátækari, vit hava verið so góð við teg og hava lært nógv av tær.
Alt tað eg minnist hava mamma og babba tikið meg við at vitja teg á Deild 5, og fekk eg longu sum smágenta innlit í, at tað eru summi fólk, sum ikki hava tað gott. At vera sjúkur í sálini er ikki lætt.
Tú var tá so mikið frískur, at vit kundu sita og tosa saman, og eg minnist serliga einaferð, tú segði,at tú var so keddur av, at tú ikki fekst børn, og at tú ikki fór at verða uppkallaður. Eg havi tá verið um 13 ára gomul, og eg lovaði tær, at um eg fekk børn, so skuldi eg kalla teg upp.
Tá Jóna 9 ár seinni varð fødd, var eingin ivi um, at hon skuldi eita eftir tær. Tú var bæði glaður og stoltur, og Jóna stóð hjarta tínum nær.
Sum árini gingu og tú fek tað verri, var verri at fáa eina samtalu í lag,men tú var altíð glaður, tá vit komu at vitja, bara vit ikki sótu ov leingi. Tosaði mest um sjúkur og at vit skuldu ikki mussa teg, tí tú kundi smitta okkum. Men hetta helt okkum ikki burtur. Eg havi, sum míni foreldur, altíð havt børnini við at vitja teg og tey blivu skjótt góð við teg.
Hetta seinasta árið hevur tú verið so sjúkur, at tú mangan ynskti at doyggja, og segði tað eisini: »Nú orki eg ikki meira, nú vil eg sleppa til Jesus pápan«.
Páskaaftan fylti tú 70 ár og vit vistu innast inni, at hetta fór at verða tín seinasti føðingardagur. Vit høvdu ein góðan dag saman, og sjálvt um tú var ógvuliga sjúkur, so visti tú, at tú hevði føðingardag og hvør var komin at vitja.
Hesa seinastu vikuna hava vit bíðað eftir, at tú skuldi fara og sunnukvøldið komu so boðini.
Góði John gubbi, eg takki Gudi fyri teg. Tú hevði eitt strævið lív, men tú var okkum ein dýrur skattur, sum vit vóru so ógvuliga góð við, og vit vita, at tú eisini var góður við okkum. Eg takki eisini Gudi fyri, at hann nú hevur tikið teg til sín, nú hevur tú tað endiliga gott og er komin til Jesus pápan.
At enda vil eg senda eina hjartans tøkk til starvsfólkini á Deild 5 og hinum deildunum, sum John gubbi hevur verið á. Tit hava verið so góð við hann og gjørt alt fyri, at hann skuldi hava tað gott. Takk fyri, at tit altíð hava tikið so væl ímóti okkum og hava havt eitt gott samskifti til familjuna hjá John.
Hvíl í friði, góði John gubbi. Vit síggjast!

Anna