Minningarorð um Jonhard Egholm

Nøkur orð um mín góða beiggja Jonhard. Hetta er ómetaliga tungt at seta seg at skriva.

Fyri knapt tveimum árum síðan fór eg við familju míni niður til Danmarkar at ferðast. Var illa nokk komin niður, tá eg bleiv uppringd, at tú vart illa sjúkur. Tú hevði í nógv ár havt eina keðiliga sjúku at dragast við, ja, heili 40 ár, og so skuldi tú fáa hesa sjúkuna afturat. Tað var tað allar ringasta, sum kundi henda. Góði Jonhard, eg og mín familja hava so ómetaliga nógv gott at minnast afturá. Tú var altíð so glaður, tá vit komu inn á gólvið hjá tykkum.


Eg havi so nógv gott at minnast til tín, eisini tá vit vóru børn, tá tók tú meg altíð við tær. Eitt nú tá tú fór at fiska ella at seta gørn. Tær dámdi so væl sjólívið, men sjúkan forðaði tær í tí. Tú keypti tær eisini aktiur í Nólsoyar Páll, so tað var eingin ivi, at tað var tann vegin, tú ætlaði at fara.


Tá tú var mitt í tjúgunum fort tú til Danmarkar at fáa tær útbúgving sum pleygari. Arbeiddi eina tíð niðri, til psykiatriska deild læt upp í Havn í 1969. Tá flutti tú heim aftur og var sostatt við til at taka ímóti teimum fyrstu sjúklingunum. Har vart tú til ár 2000, tá sjúkan byrjaði at gera um seg.


Eisini dámdi tær so ómetaliga væl at mála, og málaði tú nógv hús um sumrarnar. Tað gjørdu tú eisini við tykkara hús síðsta summar. Bæði á Hvítanesi og uppi í Børkugøtu. Ja, tað er tungt at síggja stigarnar liggja í túninum og málingablikkini standa órørd.


Góða Jonna, tú verður heldur ikki gloymd. Tú var nógv um Jonhard og passaði hann væl og virðiliga líka til tað síðsta. Tit áttu tvey børn og trý deilig ommu- og abbabørn, sum Jonhard var so ómetaliga glaður fyri. Altíð klárur at koyra tey, um tey skuldu onkustaðni. Hann gleddi seg eisini til at tú, góði Leivur, skuldi konfirmerast í heyst, men tað upplivdi abbin ikki.


Góði Jonhard, tað kundi verið so nógv annað at skriva um, tí sum sagt, minnini eru nógv, men við hesum orðum fari eg at lýsa frið yvir minnið um góða beiggja mín Jonhard.


Systir tín við familju

Esther Jenny