Góða Jona, nú ert tú farin “med alla”.
Vit skulu øll einaferð fara “med alla”, men í okkara hugaheimi var tað blivið so, at vit hildu, at tú altíð fór at verða her.
Hesa kenslu hava vit óiva, tí at tú ávirkaði okkum á ymiskan hátt í barna og ungdómsárum, og seinri í lívinumm hevur tú fylgt við og havt áhuga fyri hvussu okkum er gingist
Fyrstu minni um teg hava vit sjálvsagt av Áarvegnum, har tú búði hjá ommu tíni Angeliku og vit vóru nærmastu grannar. At koma inn um gáttina hjá Angeliku, beint úti frá og innar í køkin, var sum at koma inn í eina aðra verð. Har búðu tit báðar uttan nakran hentleika, bara kalt vatn í krananum. Hvønn dag kom Pápi tín Palli og høgdi pinnabrenni og bar kol, so tað altíð var heitt og fjált at koma inn í pinkuheim tykkara á Áarvegnum 12.
Føðingardagar tykkara vóru angin av heitari sjokulátu við róma omaná og lagkøkum frá Frants, Angelika sum sat í sínum svarta kjóla við høgari flipp, tú sum organiseraði undirhald, og so øll hesi prátandi havnafólkini sum trongdust í lítlu klunkastovuni, sum tíverri ikki er meir, men minnini hava vit.
Tú arbeiddi í Føroya banka. Vit hildu at tað mátti verða verðins fínasta arbeiðspláss og vóru stoltar tá tú tók okkum við og vísti okkum runt.
Vit vóru eisini av og á við tær á konditarínum, har tú vart fastur gestur, og vit hildu at tað var reint luksus tá vit kundu velja okkum tað vit vildu hava.
So kom tíðin tá vit gjørdist títlingar og seinri skótar, og saman við nógvum øðrum havnagentum slitu okkara skógvar í KFUK har tú var drívkraftin.
Tú vart ikki hugmyndin av einum skóta, í gummistúvlum og ryggsekki á vallaraferð, nei vit minnast teg í valpressaðaum búna og kritahvítari skúrtu og høghælaðum skóm, men skóti tað vart tú vi lív og við sál.
Tú vart ein serliga virkin kvinna við einari rúmligari lívsáskoðan, sum gjørdi at tú dugdi at standa á nógvum pallum í lívinum
Títt dramatiska talent kom til sjóndar tá tú stó á pallinum í Sjónleikarahúsinum, í hoyrispølum í útvarpinum og í skemtisøgum tú skrivaði. Eisini minnast vit allar tær frálíku kappingar tú legði til rættis fyri tíni skótalið, so tann søguliga Havnin gjørdist livandi og spennandi.
Á politiska pallinum stó tú í fleiri ár. Tín politiski áhugi var arvur heimanífrá, pápi tín var jú aktivur í politikki og við døgurðaborðið í Snikkarastovu bleiv kjakast um samfelagsviðurskiftir við serligum atlitið til arbeiðararørsluna og javnaðarflokkin. Her var tít politiska medvit lagt.
Tað sum hevur kravt mest av tær og sum tú hevur lagt mest orku í, er títt arbeiði á tí andaliga pallinum. Tú segði frá tær tít góða arbeiði í bankanum fyri at blíva skrivari í KFUK. Hetta nýggja starv megnaði tú til fulnar, tú tókst tær av øllum, uttan reingerðing og matgerð, sum vit øll vita at tú hataði.
Tó at tú vart KFUK skrivari, var tað skótarørðslan í átti størsta pláss í hjarta tínum heilt til tað seinasta.
Eitt sum hevur verið sera áhugavert við tær er at tú hevur megnað at samansjóva allar pallarnar til eitt netverk sum mangan hevur verið tær hent.
Eitt annað sum var serligt fyri teg var, at tað tú gjørdi, ofta var sæð frá einum kvinnupolitiskum sjónarhorni. Hetta gav tær til tíðir trupulleikar, allarhelst tí at andaligi pallurin í Føroyum er traðkaður av monnum. Men her nýtti tú títt góða vit og skil, kryddað við tínum skemtingarsama lyndi og alt lagaði seg.
Góða Jona, vit og nógvar við okkum vilja takka tær fyri góðar, hugnaligar, álvarsamar og ikki minst stuttligar løtur, og alt tú hevur verið fyri okkum.
Eyð, Ann, Karinbeth, Nicolina og Asley.