Minningarorð um Kristian Samuelsen, Haldórsvík

F. 25. desember 1948 – D. 13. mai 2012

Kristian hjá Kalle, sum vit kallaðu hann, er ikki millum okkum longur. Tað kom sum ein skelkur, sjálvt um eg visti, at hann var álvarsliga sjúk­ur.
Vit vuksu upp saman sum grannar.
Kristian, tann lívsgleði per­­sónurin, tað ber ikki til. Hví hann? Sum fyrrverandi for­­maður í Haldórsvíkar Ítrót­t­arfelag, so leita mínir tank­ar aftur á árið, tá Víkar­báturin kom til bygdar og róðu fyri fyrstu fer í 1970.
Tað gav okkum í sóknini upplivilsir, sum vit altíð koma at minnast.
Hvør var undangongu­mað­ur, at fáa bátin til bygdar. Jú, tað var Kristian, saman við øðrum. Fyri at fáa bátin bygdan, skuldi sjálvandi pen­ingur til.
Sjónleikur var stáplaður upp á beinini, og hvør minn­ist ikki sjónleikin, “Jeppe á fjallinum”, sum fylti Av­halds­húsið fer eftir fer. Og hvør var Jeppe, jú tað var Kristian, ein sjónleikari, sum man hava verið millum teir bestu í Føroyum. Ein ógloymandi sjón­leikur.
Báturin bleiv bygdur av Niklas í Koltri, tað var ein stórur dagur, tá ið hann kom til bygdar.
Nú summarið stendur í besta blóma og stevnurnar eru viku eftir viku, har kapp­róðurin verður varpaður út, leita mínir tankar aftur, tá ið eg sum smádrongur í Vík í 70’árinum gleddist til hvønn leygardag, tá kappróður var.
Tað er leygardagur og klokk­­an trý byrjar kapp­róð­urin.
Øll sóknin bíðar ótolin, til 8 mannaførini fara at rógva, vit visti, at Víkarbáturin við Kristiani sum róðursmanni, fóru at geva øllum 8 manna­førunum ein skarpan gang.
So kemur tann stóra løtan, sum vit hava bíða eftir, Niels Juul Arge, við síni frálíku rødd, varpar út.
Jú, Víkarbáturin var eina­ferð enn vinnari og øll sóknin gleddist um úrsliti.
Góði Kristian, tú hevur givið okkum so nógv, tú vart ímyndin av Haldórsvíkar Ítrótt­arfelag.
Tá ið eg flutti til Argir at búgva og kom at fylgja við tí ítróttarliga, kom J ohnny at spæla fótbólt nøkur ár á Argjum.
Tá dystur var, hvør var fyrstur at møta upp, jú tað var Kristian, sum kom líka úr Vík suður at hyggja eftir dyst­inum og soninum, Johnny.
Tað var altíð stuttligt at fáa eitt prát við Kristian. Vit møttust av og á her suðri, tú komst altíð til mín við tí positiva, “tað gongur nokk”, sjálvt um tað ikki altíð sá so positivt út hjá AB.
Kristian, takk fyri alt vit høvdu saman. Takk fyri tey stóru upplivilsir, sum vit í Haldórsvíkar sókn fingu bæði við sjónleiki og kapp-róðri. Góði Kristian, tú verður saknaður.
Eftir teg stendur eitt stórt tómrúm í míni heimbygd.
Mínir tankar leita til tykk­um, Lenu og børnini Tórhild, Conny, Johnny, Mariu og beiggjarnar Mikkjal og Pól við familju. Tit hava mist ein góðan mann, pápa, abba og beiggja.
Bygdin drýpur høvur, eg vil minnast Kristian við djúp­astu samkenslu við tykkum, sum hava mist. Takk Kristian fyri alt tað tú gav okkum.
Hvíl í friði kæri vinur.
-----
Argir 16.07.2012.
Andrass Drangastein