Minningarorð um mín kæra pápa, Andreas S. Højgaard, Rituvík

Góði elskaði pabba! Nú nýggjársaftan er tað eitt ár síðani tú brádliga bleivst tikin frá okkum. Eitt ár har sera nógvir av okkara tonk­um eru farnir til tín og saknin eftir tær. Eina viku áðrenn tú doyði. høvdu vit øll verið samlaði jólaaftan í Rituvík hjá tær og mammu. Tú vart uppi til síðsta mann og hugnaði tær óført. Allar tær góðu løturnar saman við tær eru óteljandi og verða borðnar við okkum í minninum so leingi vit liva.
Tú vart sonur Janu og Dánjal Petur Højgaard í Rituvík – og vart næstyngstur av tíggju systkjum. Nú eru øll tit systkini farin – tit vóru øll okkara varðar, so sera hugnalig og stuttlig at verða saman við, altíð við tí góða orðinum og sera positiv.
Tú giftist við mammu, Fríð­bjørg, fødd Joensen av Hvíta­nesi í 1953 og tit fingu 8 børn, harav eg var yngsta dóttur.
Pabba, tú vart ein fyri­mynd fyri okkum øll uppá so nógvar mátar. Tú vart sera humoristiskur og sást oftast tað stuttliga í tilveruni. Tú vart so nærlagdur í øllum tí tú tókst við og tú livdi fyri at gera alt gott fyri okkum øll. Sjálvur vart tú sera lítillátin og alt var gott nokk til tín. Tú vart darvaður av lungasjúku tey síðstu árini, men ongantíð hoyrdi man teg gremja teg – tú hevði tað altíð gott!
Hendurnar hevði tú sera góðar, óansæð um tað var at gera ymiskt handverk, at mála ella um tað var at byggja tíni egnu hús. Tú vart fullur av vísdómi og tosaði aldrin ringt um onnur.
Tú vart ikki ein maður av teimum stóru orðunum, men tá tú prátaði hevði tú altíð so nógv spennandi at fortelja, frá øllum tínum mongu árum, har tú hevði siglt uttanlanda sum stýrimaður, m.a. við fleiri Maersk skipum og eisini Arnatindi. Útlongsulin arvaði eg frá tær. Tú hevði verið í flestu heimsins lond­um, ja sjálvt norðpólin hevði tú sæð. Men aftaná at tú leyðist uppá land var tað fyrst og fremst í Rituvík tú vildi verða – og tað var eisini har tú doyði, akkurát sum tú hevði ynskt, heima hjá tær sjálvum og uttan at verða nøkur byrða fyri nakran.
Sjálvt um tú vart nógv burtur, eins og aðrir føroyskir sjómenn, so føldist tú altíð nær­verandi atlíkavæl. Tað var altíð so spennandi tá tú so komst heim frá skipi, tí tá hevði tú gávur við til okkum, flottar dukkur og leikur og eg minnist so sera væl eisini tá tú komst heim við einum sjónvarpi – tað var áðrenn tað føroyska sjónvarpið byrjaði at senda og eg sum nokk var eini 6-7 ára gomul tá, undraðist yvir allar kavaflykrurnar á skerminum, eins og vinfólkini hjá okkum børnum eisini komu at hyggja eftir hesum nýggja apparati og øllum flykrunum.
Títt minni var framúr gott og tað var altíð ein fragd at hoyra teg fortelja. Nú aftaná følist tað tó sum at man skuldi havt fingið teg at fortalt nógv meir. Serliga minnist eg allar tær ferðirnar tú fortaldi søgu fyri okkum sum børn, summar vóru gamlar søgur sum tú hevði hoyrt tá tú sjálvur vart barn, m.a. ”Kulleko” og summar hevði tú sjálvur funnið uppá.
Björn dámdi altíð so sera væl at koma til Føroyar at vitja og sleppa at práta við teg. Hann føldi tað ofta sum at tit vóru javngamlir, tí tú vart so ungur í sinninum.
Abbabørnini hevði tú ein serligan tokka til, ikki minst til Linn, sum var títt fyrsta abbabarn í 15 ár. Haldi ongantíð eg havi sæð teg so glaðan sum tann dagin í 2008 tá vit komu til Føroyar at vitja við Linn fyri fyrstu ferð – tú helt tað verða so fan­tastiskt at tú skuldi uppliva at verða blivin abbi aftur aftaná so nógv ár. Og eg haldi at tú vart nokkso glaður yvir at verða blivin uppkallaður aftur – Linn eitur Andrea í millumnavn, eftir tær. Tit høvdu eitt heilt serligt vinarband. Hon spyr ofta eftir tær enn og saknar teg sera nógv. Tá hon sær mánan og stjørnurnar á himlinum sigur hon, at har uppi er abbi.
Tá tú fekst at vita at tú skuldi blíva abbi aftur fyri 13. ferð og eisini næstan samstundis langabbi fyri fyrstu ferð, segði tú: Jamen, so havi eg slett ikki tíð at doyggja enn” – altíð við einum brosi, sum kenniteknaði teg.
Tú vart tjóðskaparmaður um ein háls og aftaná at hava siglt verðina upp og niður í nógv ár, helt tú stadigvekk at Føroyar var vakrari enn alt annað tú hevði sæð – vart altíð so glaður tá tað gekst øllum føroyingum væl. Tú vildi at vit føroyingar skuldu klára okkum sjálvi og livdi sjálvur hareftir. Tú hevði ein dreym um at blíva grivin í føroyska jørð.
Tú vart altíð so sera upp­tikin av skapanar­verkinum, náttúran hevði tín heilt stóra áhuga og tú vart djóravinur burturav. Djórafilmar sást tú nógvar í sjónvarpinum og nógv av teimum djórunum hevði tú sæð á tínum mongu ferðum. Seyð og gæs dámdi tær væl at fáast við. Fugla­bókin, brillurnar og kikarin høvdu sítt fasta pláss í køks­vindeyganum, soleiðis at tú kundi síggja allar fuglarnar sum komu framvið inn yvir víkina – og so skrivaði tú teir niður í bókina tá tú hevði sæð okkurt óvanligt. Tú bleivst ongantíð troyttur av at hyggja út yvir víkina og út á Nóls­oynna og tú helt tað verða so undrunarvert at eingin dagur var líka – tú sást altíð okkurt nýtt á luftini ella á havinum.
Tær, eins og mammu dámdi altíð sera væl at fáa vitjan og tað eru nógv fólk sum hava sitið gott inni hjá tykkum báðum. Ikki minst tóku tit ímóti nógvum út­lendsk­um gestum sum eg hevði við til Føroyar gjøg­num árini. Og tú gjørdi altíð eitt sera stórt inntrykk uppá tey. Ikki minst Antonio, mín spanski AFS-pápi og tú vóru so sera væl. Tit høvdu sama humor og ”glimten i øjet”. Tú dugdi nógv mál, tó ikki spanskt, og Antonio dugir bert spanskt, men tað hindraði ikki tykkum báðum í at práta og flenna saman - heldur ikki í telefon, og tað virkaði sum tit skiltu hvönn annan perfekt atlíkaväl, tá tit tosaðu saman hvörji jól og nýggjár. ”Ja tú hin ganli, nú mást tú hava tað so gott og koma skjótt aftur til Föroyar at vitja okkum” plagdi eg onkuntíð at hoyra teg siga við hann og hann í sínum lagi á sponskum og so flentu tit báðir.
Síðstu minuttirnar eg sá teg var áðrenn vit skuldu fara avstað aftur og tú sat og sang ”rura rura barnið” við William í føvninginum. Tú vart ein sera róligur persónur og tað merktu tey lítlu børnini, sum tískil elskaðu at næna hjá tær. Tað følist so sárt at tú ikki ert ímillum okkum meira - hevði so gjarna vilja ringt til tín og fortalt tær at William dugir at ganga og nú er byrjaður at tosa.
Góði pabba! Saknurin eftir teg er sera stórur, ser­liga hjá tær góða mamma, men tey góðu minnini eru so nógv – og hvørja ferð eg síggi lítla William smílast, tonki eg uppá teg – tað er sum at síggja títt forheraða smíl! Vónin er at vit síggjast aftur ein dag, eisini saman við Jan, tínum kæra abbasoni, sum syrgiliga fór nakrar mánaðir áðrenn tú!
Hvíl í friði kæri pabba og takk fyri alt!




If I lived to be a thousand years,
If I ruled the world -- its hemispheres,
I could not repay the love you brought
my way,
So, I want to say it now
To thank you for each day you gave me.
Thank you for the Mondays, Saturdays
and Sundays,
Everyday, the whole year through;
Thank you for the fun days,
All those number-one days,
Battles-to-be-won days, too;
I just want to say it,
Thank you for each day with you

(Thank you by Secret Garden)


--------


Guðrið