25. apríl 2011 kemur altíð at standa fastur í minni mínum. Ein dagur, har ein av heimsins vakrastu einglum fór her frá og heim aftur til Himmals. Nú tað eru fimm mánaðir síðani, vil eg fegin skriva nøkur orð niður til minnis um mína elskaðu vinkonu Rúnu, sjálvt um orð eru alt ov fá til at lýsa hana til fulnar.
Tað er ógvuliga torført at skula skriva nøkur orð um hvør Rúna ‘var’ tá eg ikki enn havi skilt at hon ikki ‘er’. Tað kennist so løgið og á ein ella annan hátt eisini skeivt.
Eg vil byrja við at siga, at Rúna var eitt fantastiskt menniskja. Hon var gávumild, hjartagóð og heilt ótrúliga fitt.
Eg og Rúna gingu í flokki saman í tíggju ár, men tó var tað ikki fyrr enn í níggjunda flokki, at vit byrjaðu orduliga at fylgjast og blivu góðar vinkonur. Hetta eru nú seks ár síðani. Hesi seks árini eru vit bara vorðnar betur og betur við hvørja aðra og nú til seinast betur enn nakrantíð.
Rúna var ein av mínum allar bestu vinkonum. At finna eina so góða vinkonu sum hana er ikki lætt.
Eg minnist tað, sum var tað í gjár, at vit gingu og løgdu plánir um at fara til Sambia at hjálpa til og at uppliva nakað øðrvísi. Vit vildu báðar sleppa avstað beinanvegin, tí vit høvdu tosa leingi um, at gera okkurt spennandi áðrenn vit skuldu undir hægri lestur, og tíðin gekk nú undan okkum.
Vit vóru so spentar uppá hvat teir næstu tveir mánaðirnir høvdu at bjóða okkum. Vit skuldu fyrst verða seks vikur í Sambia og síðan tvær vikur í Italia, har vinkona okkara, Karina, eisini skuldi vera saman við okkum. Hetta var ein dreymur.
Lítið hugsaðu vit um, at hesin dreymurin fór at gerast ein marra. Bert tríggjar dagar fingu vit saman Ì Sambia áðrenn mín elskaða vinkona Rùna, í eini ferðsluvanlukku brádliga varð rykt burtur frá okkum øllum.
Rúna ynskti alt sítt lív, at sleppa til Afrika. Hetta var hennara dreymur. Hon ynskti at hjálpa til, uppliva nógv og mest av øllum, at gera ein mun. Hóast hon bert slapp at uppliva sín dreym í tríggjar dagar, so vóru hetta tríggir avbera góðir dagar.
Tey, ið kendu Rùnu vita, at hon var ein ótrúliga glað og positiv genta. Hon hevði ongantíð ov lítið og kravdi onki av nøkrum. Soleiðis var hon eisini í Sambia, men tó má eg siga, at eg havi ongantíð sæð hana glaðari enn júst hesar seinastu dagarnar. Hon elskaði at vera har og tað sást týðiliga á henni.
Eg havi nógv at takka Rúnu fyri og eg vildi ynskt, at eg kundi fortalt henni tað einaferð afturat. Hóast Rúna sjálv ikki reypaði sær av nøkrum sum helst, so var hon altíð klár til at rósa øðrum.
Hon sá altíð tað besta í okkum, ið hon um gekst. Allar okkara góðu síður skuldu fram í ljósið og hon øvundaði okkum ongantíð nakað.
Um eg hevði mála, tekna ella skrivað eitt ella annað, so elskaði eg altíð, at vísa Rúnu tað, og gleddi meg at hoyra hennara meining. Hon var so erlig. Rúna var tann, ið altíð eggjaði meg til at blíva við og eg fekk altíð at vita hvussu væl eg dugdi hetta og hatta. Hon fekk meg at føla meg sum nakað heilt serligt. Hetta er ikki nakað, ið eg bara sigi, tí soleiðis var hon veruliga. Ein eingil.
Rúna var ógvuliga aktiv. Hon arbeiddi bæði í heygabúðini og svimjihøllini. Svam sjálv tvær ferðir um vikuna og vandi bæði børn og menningartarnað í svimjing. Hon hjálpti til við ungdómsarbeiði og øðrum í samkomuni Betesda og umframt øllum hesum gav hon sær altíð tíð til familju og vinir. Hóast hon hevði nógv um at vera, so var hon heil allastaðni har hon var. Hon gekk høgt uppí tað hon gjørdi og okkum, ið hon var góð við.
Tá eg hugsi um alt tað, ið eg havi upplivað, so eru tað ikki nógv ting eg kann koma í tankar um, har Rúna ikki var við. Allir teir góðu túrarnir í útlondunum. Rúna var altíð við uppá alt.
Hóast hon, fyri onnur, kundi tykjast smæðin, afturhaldin og lítillátin, so var hon fyri okkum, ið kendu hana, sera stuttlig, opin og herlig.
Tað er ikki lætt, at sita her og skriva hesi minningarorðini, tí tað er so nógv eg kann siga um hesa fittu gentuna. Um eg skuldi skriva alt tað, ið eg havi hug til ella alt tað, ið vit hava upplivað
saman, so varð eg ongantíð liðug. Rúna fylti ómetaliga nógv í mínum lívið og vit høvdu alt saman.
Eg plagdi at ringja til hana og biðja hana koma ein gongutúr, biltúr, ein túr til Havnar, á ungdómsmøti ella møti, á konsert, bara hugna okkum saman við einum filmi ella eitt ella annað. Hon var altíð klár. Rúna tímdi alt sum eg tímdi. Tað var so deiligt, tí hon var so deiliga løtt at vera saman við. Var tað ikki eg, ið ringdi, so var tað hon. Vit hugnaðu okkum nógv saman og kundu tosa um alt. Bæði tað góða og var tað okkurt, ið var keðiligt, so kundu vit eisini tosa um tað og vera har fyri hvørja aðra.
Hóast tað, ið hendi í Sambia fyri fimm mánaðum síðani, fyri meg, kann tykjast, sum var tað í gjár, so følist tað sum ár síðani eg tosaði við mína fittu vinkonu.
Eg, vinkonurnar, familjan og óivað nógv onnur saman við okkum, sakna Rúnu heilt ófatuliga nógv
Hvussu skal eg nú siga farvæl við hesa sólstrálu?
Hóast tað er nógv, ið eg ikki skilji, so veit eg, og hetta er mín vón, at ein dag skal eg síggja Rúnu aftur. Rúna setti sítt álit á Jesus og ynskti at liva fyri hann. Hon lat lív meðan hon var í tænastu fyri Harran. Rúna var ein hetja.
Elskaða Rúna, eg vil nú til seinast venda mær til tín. Eg hopi, at tú veitst hvussu nógv tú vart, ert og altíð kemur at verða fyri meg. At tú skuldi fara her frá so tíðliga og so brádliga, skilji eg ikki, men eg veit at tú hevur tað gott.
Tú vart eitt fantastiskt menniskja og eg vil altíð minnast teg og elska teg mín vakri eingil.
--------
Ella